B36 skal í kvøld klokkan 19 spæla móti Levadia Tallinn úr Estlandi í 1. umfari í Europa League. Dysturin verður á Tórsvølli. In.fo og FM1 hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.
Levadia Tallinn var í Føroyum í 2016. Tá mundi HB koppa teimum yvir tveir dystir. Nú hevur B36 møguleikan at knúgva framrættaða liðnum úr Estlandi.
- Allir mans uttan Meinhard E. Olsen, sum vóru við í Gibraltar, eru tøkir. Meinhard er farin til svenskan fótbólt. Tíverri eru Hugin Samuelsen og Erlendur Magnusson framvegis skaddir, sigur Jákup á Borg í samrøðu við FM1.
Venjarin hjá B36 sigur, at mótstøðuliðið í dag er eitt lið, sum er tekniskt væl fyri og leggur høgt trýst á mótstøðuliðið.
- Teir spæla tekniskan fótbólt heilt afturi frá málverjanum, men teir eru eisini sterkir í deyðbóltum. Í verjustøðu eru teir ágrýtnir og koma eftir okkum. Riggar teirra trýst, so verður tað hart, men hava vit hinvegin ís í búkinum, so síggja vit eisini møguleikar at spæla har, sigur Jákup á Borg.
Hann leggur afturat, at tað er ikki fjáltur á liðnum, men at tað er ávísur spenningurin millum spælararnar, sum flestir hava roynt at spæla á U-landsliðnum og í Evropa fyrr.
- Vit hava arbeitt hart fyri at koma hertil. Hetta er ein av orsøkunum, at tú tímur at spæla fótbólt, og tí skulu vit ikki fara í svart, men taka av møguleikanum. Vit hava roynt bæði longda leiktíð og brotssparkskapping fyrr. So vit eru fyrireikaðir, sigur Jákup á Borg.
Vinnur B36 kann gularótin verða ein dystur móti Tottenham ella AC Milan. Venjarin heldur at tað skal verða loyvi at droyma, men tað nyttar meðan dysturin er.
- Vit skulu tora at droyma stórt, men skulu vit hava nakaran kjans, so skulu vit vera til staðar til dystin. Nú má dysturin bara byrja, og so fáa at síggja hvussu tað spælir av, sigur Jákup á Borg.
Dysturin móti Levadia Tallinn verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19. In.fo og FM1 hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.










