Í gjár bleiv staðfest, at Jógvan Skeel Nolsøe ikki heldur fram í B36, meðan tað er óvsit um Partik Johannesen verður verandi í felagnum, eftir at hava verið í Noreg og royndarvant í vetur. Tað er boð eftir tvøramanninum frá Florø, sum hevur sáttmála við B36 fyri komandi kappingarár.
Les eisini: Skeel heldur ikki fram í B36
-Tað er ein møguleiki fyri, at Partik Johannesen fer til Noreg, um allir partar blíva samdir. Eg trúgvi tó upp á, at vit hava spælarar í hópinum, sum kunnu røkja plássið sum áleyparar. Eitt nú Benjamin Heinesen, sigur Jákup á Borg.
Hann útilokar ikki, at felagið hyggur eftir einum áleypara men sigur eisini at felagið er ikki sinnað at kappbjóða við nógvum pengum.
- Vit hava fleiri góðar ungar spælarar, sum nú eru eitt ár eldri. Eg kundi nevnt Bjarna Petersen, Erlend Magnusson og Magnus H. Jacobsen, meðan Hannes Agnarsson er klárur aftur aftaná skaða, sigur Jákup á Borg.
B36 hevur higartil fingið tilgongd av Jónasi Tór Næs, sum í ár hevur spælt við ÍBV í Íslandi, meðan tað er ivasamt hvussu stóran leiklut Høgni Eysturoy fær spælt vegna skaða.










