Jákup bjargaði ÍF undan skrædli

B36 hevur í dag vunnið 1-0 á heimavølli ímóti ÍF. Málið skoraði miðvallarin Róaldur Jacobsen, tá ið hann við langskoti sendi bóltin upp í nettakið aftanfyri Jákup Mikkelsen í ÍF málinum.

B36 hevði nógvar málmøguleikar, og at tað bara eydnaðist at skora eitt mál komst fyrst og fremst av, at Jákup Mikkelsen var so ógvuliga stinnur í ÍF málinum.

ÍF hevur fimm tær seinastu ferðirnar fingið úrtøku, men hesa ferð eydnaðist tað ikki.

Fuglfirðingar vóna at vinna fjórða plássið frá Víkingi, men eftir tapið ímóti B36 skal ÍF eisini ansa eftir ikki at missa fimta plássið.

 

B36-ÍF 1-0 (0-0)

Dómari: Eiler Rasmussen

1-0: Róaldur Jacobsen 66.

B36: Magnus Poulsen ? Jónas Þór Mæs, Dimtrije Jankovic, Odmar Færø, Símun Joensen ? Christian R. Mouritsen, Bárður Olsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Hjalgrím Elttør - Jákup á Borg

Gult kort: Jónas Tór Næs, Jákup á Borg

ÍF: Jákup Mikkelsen ? Áki Petersen, Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Jan Ellingsgaard ? Dánjal á Lakjuni (Frank Poulsen, 36.), Ari Ellingsgaard (Uni R. Petersen, 68.), Alexander Jovevic, Karl Løkin, Andy Olsen ? Øssur Dalbúð

Gult kort: Dánjal á Lakjuni, Andy Olsen, Ari Ellingsgaard, Jan Ellingsgaard

 

------

 

70 min.

1-0: Róaldur Jacobsen

Árstalsfelagið í høvuðsstaðnum hevur nú fingið úrtøku. Uppleggið til málið átti Hjalgrím Elttør, sum eftir gjøgnumbrot í vinstru legði bóltin út frá, og á brotsteigarmarkinum smekkaði Róaldur Jacobsen bóltin upp í nettakið aftanfyri Jákup Mikkelsen.

 

--------------

 

 

60 min.

0-0

Tað er framvegis málleyst. Tíggju minuttir undan steðginum noyddist Dánjal á Lakjuni hjá ÍF av vøllinum orsaka av skaða. Í hansara stað kom Frank Poulsen á vøllin.

Fuglfirðingarnir eru rættuliga varnir. Tað ber við sær, at heimaliðið hevur bóltin meiri, men tað hevur ikki eydnast teimum eftir steðgin at spæla seg til stórar málmøguleikar.

 

-----

 

 

Hálvleikur

0-0

B36 hevur verið greitt omaná, men higartil hevur tað ikki eydnast heimamonnunum at fáa mál. Hetta eru tað tvær orsøkir til. Onnur er, at Jákup Mikkelsen í ÍF málinum hevur verið stinnur, og hin er, at tað hevur riggað stað illa hjá B36 spælarunum, tá ið teir hava roynt seg við skotum.

 

-----

 

 

30 min.

0-0

Gongdin er tann sama. B36 er leikliga omaná, og heimaliðið hevur málmøguleikar. Higartil hevur ikki eydnast at fáa mál, tí Jákup Mikkelsen hevur verið stinnur í ÍF málinum.

 

---------------

 

Einki mál er komið í Gundadali fyrsta korterið, men tað er einki at liggja omaná, at teð er heimaliðið, sum hevur verið omaná. Jákup á Borg hevur havt góða roynd, sum Jákup Mikkelsen meistarliga hevur bjargað, og B36 hevur eisini havt hornasparksinnlegg.

 

B36-ÍF kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

B36: Magnus Poulsen ? Jónas Þór Mæs, Dimtrij Jankovic, Oddmar Færø, Símun Joensen ? Christian R. Mouritsen, Bárður Olsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Hjalgrím Elttør - Jákup á Borg

ÍF: Jákup Mikkelsen ? Áki Petersen, Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Jan Ellingsgaard ? Dánjal á Lakjuni, Ari Ellingsgaard, Alexander Jovevic, Karl Løkin, Andy Olsen ? Øssur Dalbúð