Klokkan 11 fyrrapartin byrjaði árliga fótbóltskappingin fyri sjómenn, sum í gjár varð hildin í Klaksvík 6. árið á rað. Eins og undanfarin ár var undirtøkan sera góð, og høvdu 20 skip og bátar mannað ikki færri enn 28 lið og tá skal havast í huga, at stóru skipini sum Atlantic Navigator, Skálaberg, Sundaberg og Sjúrðaberg øll eru til fiskiskap í løtuni og tí bert fingu mannað okkurt einstakt lið. Flestu bátarnir, sum vóru umboðaðir, eru úr Norðoyggjum, men manningar úr Havnini og Eysturoynni fylla nú eisini heilt væl í Sjómannakappingini.
Stóru spenningur
Tað var týðiligt, at bæði áskoðarar og sjómenn ganga høgt uppí kappingina. Flestu liðini høvdu skaffað sær serligar liðblusur at spæla í, og onkar av manningunum hava vant heilt nógv til kappingina.
Jørgen Jacobsen, sum spælir við á liðnum hjá Klakki, dylir ikki yvir, at menninir eru sera spentir.
- Vit plaga at leiga KÍ høllina til venjing millum túrarnar fyri at halda okkum í formi og fáa liðið betri samanspælt. Vit hava verið við á hvørjum ári, og gleða okkum líka nógv hvørja ferð. Hetta er stuttligt og sera spennandi, sigur Jørgen.
Hóast tað gekk heilt væl hjá Klakki, hesa løtuna, eydnaðist tað ikki at tryggja sær eitt av vinnaraplássunum í ár. Eitt sindur spell, men liðið hjá Klakki kemur sterkt aftur næsta ár, vissaði Jørgen okkum um.
Hópin av áskoðarum fylgdu við kappingini, og spenningurin í KÍ høllini var í hæddini, tá seinastu umførini vórðu leikt. Tá avtornaði, gjørdist tað liðið hjá línubátinum Jákup B, sum vann kappingina, meðan Norðborg og Ågot endaðu á ávikavist 2. og 3. plássi.
Eftir at vinnandi liðini høvdu fingið handað steyp, vórðu allir teir umleið 120 fótbóltsleikandi sjómenninir bodnir til stórt borðhald í Skálanum.
Sjómannakappingin varð í ár stuðlað av Føroya Bjór, Norðoya Bjargingarfelag og Skipalistanum.










