Flestu línuskip í Klaksvík eru komin inn og fara ikki útaftur fyrr enn eftir páskir. Sum skilst, kemur Jákup B neyvan heimaftur úr Íslandi til halguna. Mánadagin landaðu nøkur skip í Klaksvík.
Línuskipini Klakkur og Helena, sum báðir hava roynt undir Føroyum, høvdu ávikavist 60.000 og 40.000 pund í part.
Partrolararnir Nónhamar og Fjalshamar landaðu eisini í mánadagin. Teir høvdu sløk 80.000 pund av upsa tilsamans.
Trolbáturin Varðin landaði eina minni nøgd av havtasku í mánadagin. Teir royndu bert í ein ella tveir dagar og komu so innaftur.
Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík verður sagt, at línuskipið Jákup B er í Íslandi. Jákup B er nýliga farin, og teir vænta ikki at koma heimaftur til páskar.
Úr Klaksvík verður annars sagt, at lítil og eingin útróður hevur verið seinastu dagarnar. Tað hevur viðrað illa, og streymurin hevur verið ov harður.