Jóhannes Olsen setti spakan í

Heðin Zachariassen, bygdaráðsformaður í Hvalvíkar kommunu, sigur, at tað verða 32 búpláss í nýggja stovninum, og fyribils metingar siga, at samlaði kostnaðurin fer at liggja um 37 milj. krónur

Eldraøkið

Tað var Jóhannes Olsen, fyrrverandi bygdaráðsformaður í Hvalvíkar kommunu, sum klokkan 15 hósdagin setti fyrsta spakan í til bygging av Ellis-og Røktarheimi í Streymnesi.
Jóhannes er nevniliga elsti fyrrverandi bygdaráðsformaður í økinum, og tí avgjørdu kommunurnar, sum eru saman um byggingina, at hann skuldi fáa tann heiður at seta spakan í.
Kommunurnar, sum standa saman um byggingina, eru Hósvíkar kommuna, Hvalvíkar kommuna, Saksunar kommuna, Haldórsvíkar kommuna, Sunda kommuna og Gjáar kommuna.

32 búpláss

Heðin Zachariassen, bygdaráðsformaður í Hvalvíkar kommunu, sigur, at tað verða 32 búpláss í nýggja stovninum, og fyribils metingar siga, at samlaði kostnaðurin fer at liggja um 37 milj. krónur.
Tað er Albert Isfeldt, sum hevur teknað Ellis-og Røktarheimið í Streymnesi, og saman við Landsbyggifelagnum standa teir aftanfyri alt arbeiði.
- Í løtuni verður arbeitt við at gera útbjóðingartilfarið klárt, og ætlanin er at bjóða byggingina út tíðliga í komandi ári.
Heðin Zachariassen sigur, at sambært byggiætlanini, stendur Ellis-og Røktarheimið í Streymnesi klárt at taka í nýtslu tíðliga í ár 2006.