Jóhanna vil hyggja frameftir

Í Íslandi er Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, nøgd við frágreiðingina um, hví tann íslendski búskapurin skrædnaði. Frágreiðingin bleiv løgd fram í gjár og hevur nógvar lemjandi atfinningar at bankunum, eftirlitsmyndugleikunum og politikarunum.

-Frágreiðingin ger tað møguligt hjá okkum at hyggja frameftir og at skilja, hvat tað var, sum hendi í mánaðunum og árunum, sum endaðu við tí búskaparliga skrædlinum, segði Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri í einum tíðindaskrivi í gjár.

Forsætisráðharrin ásannaði, at nógv mistøk vórðu gjørd.

-Teir privatu bankarnir gjørdu mistøk, eftirlitið sveik, politikararnir sviku, og fjølmiðlarnir sviku, segði hon.

Jóhanna Sigurðardóttir segði, at frágreiðingin vísir, at tað er neyðugt at endurskoða ymisk viðurskifti í samfelagnum. Demokratiið, rættarsamfelagið, og altjóða samarbeiði hava verið og verða framvegis tey sterkastu vápnini, segði hon.

Stjórnin fer teir næstu dagarnar at kanna frágreiðingina nærri, áðrenn hóskandi avgerðir verða tiknar.