Hin 29. mars andaðist Jóhanna Hansen fødd Andreassen, bert 56 ára gomul. Eg má siga at eg gjørdist skakkur, tá ið eg fekk boðini um at Jóhanna var farin frá hesi fold.
Jóhanna var liðug at ganga í skúla í Klaksvík í 1968, og eg var liðugur í 1969. Hon gekk sostatt ein
flokk eldri enn eg. Minnist væl Jóhonnu og fleiri av hennara flokksfeløgum sum høvdu stovu á somu hædd sum vit. Tá ið skúlin var lokin, fóru tey flestu farin í hvør sítt herðashorn, bæði í Føroyum og uttanlanda.
Men lagnan vildi tað so at vit hittust aftur í 1994. Vit fingu ein son, sum uppá nógvar mátar veik frá tí vanliga. Sum tey flestu foreldur við børnum sum víkja frá tí “normala” so er tað ofta ein lang og knorslut leið at finna út av, hvat ið bagir teimum. Eftir ymiskar kanningar hjá læknum, so avtalaðu vit við Poul Nolsøe, sum tá var tali og hoyrilærari, við skúlan í Klaksvík, at hann saman við Jóhonnu skuldi eygleiða dreingin í 14 dagar. Tá ið hettar so var gjørt, kundu bæði Poul og Jóhanna staðfesta, at drongurin hevði álvarsamar trupulleikar, og tey ráddu okkum til at fara
víðari til sálarlækna og fáa staðfest eina “diagnosu”
Hettar var so gjørt og fingu vit staðfest “diagnosuna” “autisma” á Bispebjerg Pysk. Hospital í Keypmannahavn. Vit fingu at vita, at drongurin var illa fyri og kravdi nógva hjálp. Heimafturkomin
til Føroya komu vit at hava sambandi bæði við Poul Nolsøe og Jóhonnu, har ið tey líka sum hjálptu
okkum við at fáa drongin slúsaðan inn í “systemið” – barnagarð, umlætting, stuðul og so framvegis.
Seinni kom Jóhanna at starvast á Umlættingarheiminum “Dáanum” sum námsfrøðingur. Síðani fekk hon í lag at fáa læknahúsini við Garðavegin sett í stand, soleiðis at byrjast kundi við einum stovni har, og táið nýggji Bústovnurin stóð klárur 2002, tók Jóhanna róðri og stýrdi skútuni.
Jóhanna var ein kvinna við sera góðum evnum og hon vildi alla tíðina nema sær meira kunnleika um sjúkuna “autismu” Hon var før fyri at samskifta við mynduleikarnar um tørvin á hesum økinum. Hon samskifti eisini við danska Videncenter for Autisme og hon fekk Lennart Pedersen sum var psykologur, at koma higar at halda fyrilestur í Skúlanum við Ósánna. Jóhanna brendi fyri sakini og kannska serliga fyri teimum børnum, sum hvørt ár fáa staðfest sjúkuna “autismu”
Eftir at hava verið leiðari á Bústovninum við Mýriveg í eina tíð, fór Jóhanna í holt við at fáa gomlu
læknahúsini við Garðavegin til umlættingarheim fyri “autistisk” børn úr øllum landinum. Her var sjálvandi stórur tørvur. Foreldur, ið høvdu smá børn við “autismu” , sum jú vóru ov smá at lata inn
á ein stovn, høvdu nú møguleika til, at lata hesi børnini inn til umlætting í eitt ávíst tíðarskeið.
Tað sum eyðkendi Jóhannu var, at hon var sera nærløgd og dugdi avbera væl at samskifta við foreldrini. Hon hevði tað sum kallast “empati” Hon dugdi at seta seg inn í støðuna hjá “hinum”
Tað seinasta sum er hent á hesum økinum er, at eini nýggj góð hús koma at avloysa tey gomlu. Sjálvt um Jóhanna hevur verið við til at fyrireika hettar arbeiði, so upplivdi hon ikki at flyta í
hesi nýggju hølini.
Jóhanna tyktist ógvuliga still og rólig av lyndi, men hon hevði virðing bæði hjá foreldrum og myndugleikum, hon var ógvuliga væl upplýst og visti hvat ið hon tosaði um. Hon
virkaði sum ráðgevari fyri nógvar familjur runt í landinum. Hettar kundu verða familjur sum nýliga høvdu fingið eitt barn sum tyktist annarleiðis ella sum tey vistu hevði fingið staðfest “autismu”
Tað er ikki lætt at finna eina meining við at Jóhanna soleiðis var tikin frá okkum og sínari familju. Orð Guds sigur: Tí hugsanir Mínar eru ikki hugsanir tykkara, og leiðir tykkara eru ikki leiðir mínar. Nei, sum himmalin er hægri enn jørðin, eru leiðir Mínar hægri enn leiðir tykkara, og hugsanir Mínar hægri enn hugsanir tykkara.
Fyri okkum foreldur kennist tað so tómt nú ið Jóhanna ikki er at halla seg til, viðvíkjandi góðum ráðum. Eisini hjá fakfólkunum er eitt tómt rúm, nú ið Jóhanna ikki er longur.
Tað svárasta er hjá tær Hans Olaf, børnum tínum og abba og ommubørnum tykkara: Mátti Harrin
hjálpt tykkum í hesi sváru tíð og máttu tit funnu troyst hjá Harranum sum er troystarin mikli.
Æra verið minni um Jóhannu Hansen.
Kári & Maria