Tá vágssluppin Jóhanna kom úr Klaksvík í morgun, kom hon í ringan sjógv við Mjóvanes. Sluppin setti so djúpt, at sprytið fór undir og brotnaði. Tað spældi kortini væl av, og sluppin kláraði sjálv at sigla á Havnina, men bjargingarbáturin Lív fylgdi sluppini. Sprytið hekk fram úr gronini við veirum og trossum, sum kundu komið um skrúvuna, um illa vildi til, tí vórðu boð send eftir bjargingarbátinum.
Sprytið á Jóhonnu, sum er stongin fram úr gronini á sluppum til at spenna út klyvara við, er einar átta metrar langt. Tað er spent við veirum upp í mastrina og niður í stevnið, og masturin fekk eisini skaða, og krosstræið brotnaði.
Staðkendir menn siga, at tú skalt vera sera varin, tá tú siglir fram við Mjóvanesi. Tú skal vera so innarliga, sum tilber - men rekur hart og er nógv alda, so er best at passa sær løgir.