Jóhan á Plógv hevur slitið krossbandið

Jóhan á Plógv Hansen hevur í dag fingið staðfest at krossbandið er slitnað

Serstakliga evnaríki føroyski hondbóltsspælarin, Jóhan á Plógv Hansen, sum dagliga spælir fyri danska Bjerringbro-Silkeborg, noyddist leygardagin av vøllinum við álvarsamum skaða.

 

Les eisini: Jóhan á Plógv meiðslað sær knæðið

 

Í dag hevur Jóhan á Plógv Hansen fingið nærri kunning um sín skaða, og tað eru tung boð, ið føroyski hondbóltsspælarin hevur fingið.

 

Á sosiala pallinum, Instragram, skrivar Jóhan á Plógv Hansen.

 

-       Tíverri stendur tað næsta árið við einari pausu frá hondbóltinum. Eg fekk í dag tíðindini um, at fremra krossbandið hjá mær er slitnað. So nú er ein skurðviðgerð og upptrening fyri framman. Takk til øll sum hava skrivað og ringt, tað hitar í einari so svárari tíð.

 

Sostatt má staðfestast at føroyskur ítróttur hesa seinastu vikuna hevur mist tveir stórar profilar tað næsta árið, tí í farnu viku sleit Brandur Hendriksson Olsen eisini krossbandið.