Jóhan Petur hevur ikki enn tikið tey stóru

Setningurin hjá B36 er at spæla fyri at halda tørn um lítla møguleikan umvegis landskappingina at vinna seg í Europa

Klokkan 15 er fyrsta bríksl í Sarpugerði, har Víkingur hevur vitjan av B36.

Víkingarnir hava ongan møguleika umvegis landskappingina at vinna seg í Europa næsta summar.

Møguleikin hjá B36 umvegis landskappingina at vinna seg í Europa næsta summar er ikki stórur.

Tí verður tað í steypakappingini, sum tað verður farið undir aftur um tvær vikur, at hesi bæði liðini skulu spenna seg út fyri at røkka europeiskum atgongumerki næsta summar.

Síðani venjaraskiftið í september hevur Víkingur hitt trý av hinum fimm fremstu, og tað er endað við tapi ímóti NSÍ, HB og KÍ. Nú er B36 á skránni, og hetta er síðsti møguleikin hjá nýggja venjaranum, Jóhan Petur Poulsen, í ár at vinna ímóti einum av hinum stóru.

Hjá Víkingi er miðvallarin Bogi Reinert Petersen tøkur aftur eftir leikbann. Framrættaði síðuspælarin Ingi Jonhardsson hevur seinastu vikurnar verið plágaður av vøddaskaða. Merkisvert er tað, at Ari Olsen, sum higartil í ár hevur spælt allar dystirnar á tamb, í dag er á beinkinum hjá Víkingi.

Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur B36 verið norðanfyri. Tað er endað við sigrum ímóti Skála og ÍF og javnleiki í Klaksvík.

B36 liðformaðurin Andrias H. Eriksen er framvegis darvaður av skaða í mjødnini, Hugin Samuelsen er  vøddaskaddur í búkinum og Bjarni Petersen er darvaður av skaða í fótinum. Sonni Ragnar Nattestad er tøkur aftur, eftir at hava verið darvaður av skaða í fótinum.