Jóhan Petur: Blokkurin hjá Fleyr var ov sterkur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr veteranin hjá SÍ, Jóhan Petur á Stongum taka samanum steypafinalutapið ímóti Fleyr

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við veteranin hjá SÍ, Jóhan Petur á Stongum, aftaná Jóhan Petur og liðfelagarnir høvdu tapt 1-3 ímóti Fleyr í steypafinaluni hjá monnum.

 

Jóhan Petur á Stongum staðfestir, at ein avgerandi orsøk til, at SÍ gjørdist ov stuttir er, at blokkurin hjá Fleyr var ov sterkur, og tað gjørdist ein avgerandi munur.

 

Jóhan Petur á Stongum heldur tó, at SÍ hevur eina bjarta framtíð. Nógvir ungir spælarar eru á veg hjá SÍ, og tað boðar frá góðum.

 

Til unga talentið hjá Fleyr, Jóhan Arna Elisson Wang hevur Jóhan Petur á Stongum eina greið boð, og tað, at ungi evnaríki spælarin skal sleppa sær uttanlands at spæla flogbólt á hægri støði skjótast møguligt, tí talentið er avgjørt til staðar til at gerast nakað stórt í flogbólti.