Fótbóltur
Vanliga er tað um hetta mundið, at feløg so smátt gera av, hvussu samansetingin av liðnum verður til komandi kappingarár. Í hesum liggur eisini venjaraspurningurin, og tað er neyvan at siga ov nógv, at fleiri feløg longu eru komin væl áleiðis í at tryggja sær venjara til komandi kappingarár.
Tað mundi tó koma eitt sindur óvart á, tá nevndin í GÍ mánadagin umvegis heimasíðu felagsins boðaði frá, at Jóhan Nielsen ikki verður venjari hjá felagnum, tá hetta kappingarárið er lokið. Í fráboðanini verður ikki sagt nakað um orsøkina til skilnaðin, men formaðurin í felagnum, Jógvan Gregersen, leggur tó dent á, at talan ikki er um illstøðu av nøkrum slag.
- Tað er tað ikki. Vit hava so onga orsøk at vera ónøgd um tað, sum hann hevur givið okkum. Úrslitini tala í so máta fyri seg, sigur formaðurin.
- Tað er bara so, at vit vóru komnir ásamt um, at tað nú var tíð til at steðga, og fyri at geva honum ein møguleika at finna sær nakað annað, var tað helst skilabest at boða frá hesum alt fyri eitt.
Mest vinnandi
Uttan at forsmáa aðrar venjarar, so ber helst til at siga, at við hesum hevur GÍ sagt farvæl við tann mest vinnandi føroyska fótbóltsvenjaran yvirhøvur. Áðrenn hann kom til Gøtu, var hann í drúgt tíðarskeið venjari hjá HB ? umframt tvey ár í B36 ? og upp ígjøgnum sjeyti- og áttatiárini vann hann hópin av heiðursmerkjum við eldra havnarfelagnum.
Í Gøtu hevur Jóhan virkað sum venjari í til samans 11 ár. Størsta bragd hansara í so máta var helst at leggja lunnar undir liðið, sum vann fýra meistaraheitið á rað í árunum, 1993-96.
GÍ hevur enn ikki boðað frá, hvør verður nýggjur venjari hjá felagnum, men á heimasíðuni verður sagt, at navnið á hesum væntandi verður almannakunngjørt innan tvær vikur. Men tað er eingin loyna, at í leikarahópinum hjá GÍ rennur ein maður, sum fyri tveimum árum síðani fekk FM-heitið suður til Vágs fyri fyrstu ferð, og neyvan er tað heilt av leið, at Krzystof Popczynski í øllum førum er í myndini til venjarasessin.