Jóhan hevur endurvunnið spæligleðina

Hóast tað ikki gekk heilt eftir ætlan í fyrsta umfari, so heldur ein av fleiri ungum NSÍ spælarum, at dreymurin um, at fótbólturin skal gerast hansara livibreyð, framvegis er møguligur at gera til veruleika

Spurningurin var, um rætta orðið í yvirskriftini skuldi vera endurvunnið ella endurfunnið. Tað er ivaleyst líka mikið. Søgan er tann, at Jóhan Troest Davidsen, sum í oktober 2004 fór av landinum í fótbóltsørindum, tí hann hevði skrivað sáttmála við Everton, nú er aftur í NSÍ. Hann er sáttmálabundin at Everton inntil á sumri í 2007.
Hvussu leingi hann verður í NSÍ er óvist. Jóhan roknar við aftur at flyta til Liverpool og Everton, og hóast tað hevur gingið eitt sindur upp og niður fyrsta hálva annað árið, hann hevur verið sáttmálabundin at felagnum í ovastu deildini í Onglandi, so hevur hann ikki mist mótið um, at tað skal eydnast at liva av at spæla fótbólt.
                      - Tað hevur altíð verið dreymurin. Royndirnar fyrsta árið í Everton undirstrikaðu tað, sum eg longu visti um, at talan er um sera tætta kapping, har tú ert tað sjálvur næstur, hóast eg í Everton lærdi nógvar javnaldrar at kenna, sigur 18 ára gamli Jóhan Troest Davidsen. Síðsta heyst vitjaði hann í Esbjerg og í FC Midtjylland, men hann endaði aftur í NSÍ.
                      - Eg spældi á U-18 liðnum í Everton, og tað gekk leingi væl. Onkur smávegis skaði bar tó við sær, at eg okkurt stutt skifti ikki var tøkur. Í hesum høpinum stendur næsti maður altíð klárur at vísa, at teir skulu dúva upp á hann. Tað kann bera við sær, at tú endar á beinkinum, uttan at tú kennir tað soleiðis, at tú hevur spælt teg av liðnum. Soleiðis var tað hjá mær. Eg haldi, at eg var óheppin, tá ið onkur annar var heppin. Tað eru marginalirnir, sum gera av, hvør er uppi og hvør er niðri. Eg haldi ikki, at tað í Everton var munur á evnunum hjá mær og hjá hinum, sum eg kappaðist við. At eg ikki hevði marginalirnar á mínari síðu, bar við sær, at eg kanska misti spæligleðina. Eg var farin til Onglands at spæla fótbólt, og tá ið tú ikki sleppur framat, er tað ikki so hugaligt, staðfestir ungi maðurin.
                      Nú er Jóhan aftur í NSÍ, har hann saman við hinum stríðist fyri at vinna pláss millum teir fyrstu ellivu. Tað vónar hann fer at eydnast, og hann hevði avgjørt einki havt ímóti at vunnið fyrsta FM heitið nakrantíð til barndómsfelagið, áðrenn hann aftur fer av landinum. Í yngru deildunum, á unglingalandsliðnum og eisini í Everton var Jóhan fyri tað mesta miðverji. Upp undir kappingarbyrjan í ár hevur hann eisini spælt á miðvøllinum og á vongverjanum.
                      - Ynskiplássið hjá mær er í miðverjuni, men eg spæli sjálvandi har, sum venjarin sigur, at eg skal spæla. Venjarin hevur roynt okkum á nógvum plássum fyri at finna fram til optimalu uppstillingina. Mær hevur dámað væl at vant og spælt venjingardystir saman við javnaldrunum og hinum liðfeløgunum, og eg kenni tað sum um, at tað aftur gongur støðugt framá, sigur Jóhan Troest Davidsen.
                      Tað eru fleiri ungir spælarar í NSÍ. Millum liðfelagarnar og kappingarneytarnar til plássini á besta NSÍ liðnum eru Bogi Løkin, Hjalmar Dalbúð og Einar Hansen, og tað eru eisini aðrir heilt ungir NSÍ spælarar, sum kanska ikki eru so langt burtur frá besta hópinum.
                      - Fótbóltsevnini hjá fleiri føroyskum dreingjum eru eins góð, sum tey eru hjá teimum útlendsku, sum eg havi vant og spælt saman við. Í Everton vóru vit tíggju, sum fyrstu tíðina búðu saman. Ein var úr Íslandi. Hann er framvegis í felagnum, og eg havi ofta samband við hann. Aðrir vóru úr Skotlandi, Írlandi, Onglandi og eisini Nigeria. Tveir teirra hava verið á besta Everton liðnum, og aðrir hava verið á beinkinum, og nógvir spæla á eykaliðnum, har teir stríðast fyri at sannføra venjaran, Davis Moyes, um, at tað hevði verið eina roynd vert at givið teimum møguleikan á besta liðnujm. James Vaughan var longu í fjør yngsti málskjúttin í Onglandi. Tá varð tosað um, at hann var tann nýggi Wayne Roone, men tað gongur skjótt hvønn vegin, tí nú hevur hann leingi verið skaddur. Victor Anichebe úr Nigeria er ein annar. Hann varð fyrstu ferð skiftur inn á besta liðið, tá ið Everton síðst í januar í ár spældi 1-1 á heimavølli móti Chelsea.
                      Síðstu tíðina í Everton búði Jóhan Troest Davidsen saman við írskum javnaldra hjá einari familju. Tað líkaði honum betri, enn tað gjørdi, tá ið hann húsaðist saman við so nógvum øðrum.
                      Nú býr Jóhan heima hjá foreldrunum í Saltangará. Hann er framvegis sáttmálabundin at Everton. Men áðrenn hann fer aftur til Everton at royna flogið, sum hann er sannførdur um, kann gerast nóg gott, um hann er heppin, so ætlar hann at vera við til at gera ein annan barndómsdreym til veruleika. Hann er at vera við til at gera NSÍ til meistara. Um hvørgin, annar ella kanska báðir dreymarnir fara at gerast til veruleika, er eisini upp til Jóhan at gera av. Spæligleðina hevur hann endurvunnið ella endurfunnið!