Tann 20. juni verður Jóhan Hendrik Winther Poulsen professari sjeytifimm. Jóhan Hendrik er uttan iva tann, ið hevur sett størstan dám á føroyska málrøkt og orðagerð seinastu 40 árini. Tey fæstu munnu gáa eftir, at dagliga nýta vit orð, ið Jóhan Hendrik hevur evnað til – t.d. telda, hugburður, fartelefon, fartelda, farstøð, kringvarp, tekstvarp, uppvørpa, graslíki, flogbóltur, pallborð, gosbað, evra, talgildur, burðardyggur, váðafúsur o.s.fr. Umframt tað hevur Jóhan Hendrik endurlívgað nógv orð og givið teimum nýggja merking – t.d. kurla, fløga, bingja, skíggi, gegnigur o.s.fr.
Jóhan Hendrik hevur altíð verið ein íðin talsmaður fyri virknari málrøkt og fyri, at orðfeingið skal mennast við vísindaligari hjálp. Hetta sæst eitt nú aftur í tí ørgrynnu av orðum, ið hann hevur evnað til, bæði almannaorðum og frøðiorðum.
Vit, sum kenna Jóhan Hendrik, vita, at serliga fegin er hann um orðið telda, ið hann á fyrsta sinni kunnaði um á einum fundi, sum Føroyska málnevndin hevði við tíðindafólk í 1984. Hetta orð tók Føroya fólk uttan himpr til sín. Ein orsøk er uttan iva tann, at orðið er lætt at skriva og benda í mun til fremmanda orðið.
Jóhan Hendrik sat fyrst sum formaður í málnevndini hjá Málstovninum og seinni sum formaður í almennu føroysku málnevndini, og í hetta starv legði hann sera nógva orku. Har veitti hann fólki góð málslig ráð og evnaði til nýggjyrði, tá ið orð saknaðust fyri nýggj fyribrigdi. Ein partur av hesi ráðgeving varð prentað í Orðafari, sum í mong ár var málgagnið hjá málnevndini.
Mong minnast Jóhan Hendrik frá orðabókarsendingunum í Útvarpi Føroya, sum hann fór undir í 1969. Hesar sendingar høvdu stóran áhuga úti um landið, og fólk vóru íðin at skriva inn og kunna um orð. Øll hesi orð vórðu skrivað niður og gjørdust partur av stóra orðaseðlasavninum á Føroyamálsdeildini. Eisini hevur Jóhan Hendrik í mong ár havt til vana at hava lummabók uppi á sær og vera klárur at lofta orðum og vendingum til at skriva niður. Hetta økti so mikið um orðaseðlasavnið á Føroyamálsdeildini, at tað í dag fevnir um nógvar túsund seðlar. Alt hetta orðatilfar gjørdist eitt dygt grundarlag, tá ið móðurmálsorðabókin – Føroysk orðabók – varð ritstjórnað. Jóhan Hendrik var aðalritstjóri á hesi orðabók, ið sum kunnugt kom út í 1998. – Tað er at fegnast um, at allar orðabókarsendingarnar, ið vórðu sendar í útvarpinum, nú koma út í bók og gerast tøkar hjá øllum, ið vilja ogna sær hetta áhugaverda tilfar.
Longu sum studentur í Danmark 1958-59 var Jóhan Hendrik á fyrsta sinni uppi í orðabókararbeiði, tá ið hann var Chr. Matras prof. til hjálpar at ritstjórna 2. útgávu av Føroysku-donsku orðabókini. Eftir lokna útbúgving starvaðist Jóhan Hendrik eitt ár í USA. Í 1968 kom hann aftur til Føroya og fekk starv á Fróðskaparsetri Føroya, sum var stovnað trý ár frammanundan. Av verkum frá hansara hond kunnu nevnast “Føroysk-donsk orðabók. Eykabind”, ið kom út í 1974. Síðan var hann Jóhannesi av Skarði til hjálpar at ritstjórna eitt uppískoyti til 2. útgávu av Danskari-føroyskari orðabók, ið kom út í 1977. Í 1985 kom orðalistin “Nøkur teldorð”, ið varð uppafturprentaður í 1990. Í 1998 kom høvuðsverkið “Føroysk orðabók” við 66.000 leitorðum, og í 2002 ritstjórnaði hann ”Oljuorðalista”. Í sambandi við fólkanøvn hevur Jóhan Hendrik givið út ritið ”Fólkanøvn. Úrval til leiðbeiningar” (1989). Harumframt hevur Jóhan Hendrik skrivað eitt ótal av greinum um mál og málslig fyribrigdi, eitt nú staðarnøvn. Ein partur av greinum og fyrilestrum Jóhan Hendriks kom í 2004 út í bókini ”Mál í mæti”, ið varð givin út í sambandi við sjeyti ára føðingardag hansara. Jóhan Hendrik hevur eisini verið ráðgevi í sambandi við eitt stór tal av frøðiorðalistum og øðrum verkum, har ið neyðugt hevur verið at evna til frøðilig heiti og orðingar. Harumframt var Jóhan Hendrik limur í navnanevnd, ið Føroya landsstýri setti. Henda nevnd legði í 1992 fram álit um navnalóg, og varð hetta álit samtykt á Føroya løgtingi við fáum broytingum sama ár.
Í 1998 gavst Jóhan Hendrik í starvi sínum á Føroyamálsdeildini, men hann er enn sera virkin. Javnan eru boð eftir honum at evna orð og nøvn til. Enn tekur hann lut í málsliga kjakinum, hvussu føroyska málið kann verjast fyri útlendskari ávirkan, og hvussu vit sjálv kunnu evna til orð á heimligum botni í staðin fyri at taka fremmand tøkuorð inn í málið uttan fyrivarni.
Av álitisstørvum Jóhan Hendriks ber til at nevna, at hann situr sum limur í Gøtunavnanevndini í Tórshavnar kommunu, og har kemur hansara gløgga vit og málsligi kunnleika til stórt gagn, tá ið nøvn skulu setast á vegir o.a. í hesi nú stóru kommunu.
Hervið fari eg at ynskja Jóhan Hendriki hjartaliga til lukku við sjeytifimm ára degnum.
Marjun