Jógvani hjá Geila-Hansi in memoriam

14.08.1927 – 26.02.2010

Ein tunga er tagnað á Gjógvarágarði,

ein rødd, hon er horvin, sum øllum var góð,

við henni eitt stórmenni frá oss er farið,

sum vitugt og orðfimt ímillum oss stóð.


---


Vit kendu teg, Jógvan, sum mannin hin fróða,

sum stillførur inti títt verk millum menn,

sum listilært smílandi gavst oss tað góða

í verki og orði og øllum í senn.


Tú bart okkum torvið tað nýggja til grúgvu,

tú hitaði eisini væl við títt orð,

tú hittinorð gávmildur gavst oss í rúgvu,

tá prát gekk í túni og inni við borð.


Tú vart okkum øllum og tínum hin frægi,

sum vísur og vitur ímillum oss var,

ein hugarenslkelda, sum okkara staði

ein sopa í smáum av vísdómi bar.


Nú legði tú leið burt úr lívsins rósi,

nú helsótt teg tærdi av foldum,

nú hvílir tú sælur í øðrum ljósi:

Vár vinur sov blítt undir moldum.


pmp