Jógvan við Keldu stak ónøgdur við strandferðslustjóran
Jógvan við Keldu, løgtingsmaður og formaður í Vinnulívsráðnum í Klaksvík er ógvuliga ónøgdur við handfaringina hjá strandferðslustjóranum Reidar Nónfjall av siglingini um Leirvíksfjørð. Jógvan í Keldu fer so langt í samrøðu við Sosialin, at hann undrast á at Reidar Nónfjall enn situr í starvinum. Hann sigur soleiðis:
- Nónfjall enn í starvinum ? meðan vinnan í Norðoyggjunum er situr í saksinum. Skal hetta fáa avleiðingar? Tað er altíð torført, tí spurningurin er, um ein frægari stjóri fæst, heldur Jógvan við Keldu. Og hendir ikki nakað, so sigur Jógvan, at hann verður noyddur at fara á hægri stað við hesum, tí hetta málið kann loysast uttan at tær stóru upphæddirnar verða játtaðar. - Og hetta er ikki nakar vitskapur.
- Tað undrar meg, at Nónfjall í dag tosar um langtíðarætlanir, tí allir føroyingar vita, at um onki óvanligt hendir, so verður fast samband um Leirvíksfjørð um ikki so langa tíð. Og tá verður tað so ikki Strandferðslan, sum kemur í trupulleikar
Samferðslan
Solby A. Eliasen
Klaksvík
Hetta sigur Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, sum eisini er formaður í Vinnulívsráðnum í Klaksvík. Í hesi greinini svarar hann Reidari Nónfjall, stjóra í Strandferðsluni aftur. Í Sosialinum hósdagin vóru greinar um samferðslustøðuna í millum Klaksvík og Leirvík. Tá tosaði stjórin í Strandferðsluni millum annað um, at tað skulu langtíðarætlanir til at loysa tílíkar truplar støður.
- Nú at tosa um langtíðarætlanir er ómetaliga eyðkent fyri ópraktiskar teoretikarar, og er tað nakað vit føroyingat eiga nóg mikið av, so eru tað álit, sum ikki verða nýtt til nakað uttan at liggja og savna dust, heldur Jógvan við Keldu.
- Nónfjalli nýtist ikki at hugsa um langtíðarætlanir viðvíkjandi Leirvíksfirðinum. Tað sum hann eigur og skal taka sær av, er frá viku 26 í 2002 og inntil fasta sambandið er veruleiki.
Arbeiðsbólkur settur
Jógvan sigur, at í 1998 møttust vinnulívsfólk og býráðið og tosaðu um álvarsligu støðuna í ferðsluni um Leirvíksfjørð - her vóru fólk, ið vinnuliga og hugsjónarliga dugdu at síggja fram í tíðina. Út frá hesum fundi varð avrátt at fáa sett ein bólk at arbeiða við málinum.
Hesin bólkur bleiv settur og í hann komu: Magnus Magnussen, Heri Joensen og Schumann Hansen fyri Strandferðsluna, Signar Heinesen fyri Landsverkfrøðingin, Jógvan Høj fyri vinnuna og Heri Hammer og Rani Nolsøe fyri Klaksvíkar Kommunu.
Jógvan við Keldu sigur, at hesin bólkurin hevði nakrar fáar fundir, hvar heilt greiðar linjur vórðu settar út í kortið.
- Og her varð millum annað talan um eina bíleggingarskipan, sum kundi gera viðurskiftini viðvíkjandi ferðasambandinum um Leirvíksfjørð einfaldari og har afturat gera ferðsluna meiri liðiliga, greiðir Jógvan frá, og hann heldur fram, at tað sum síðani hendi eftir fáum fundum var, at Strandferðslan ikki vildi spæla við meira og í síðsta lagi tók Strandferðslan síni umboð úr bólkinum.
- Eg rykti fleiri ferðir Strandferðsluna eftir hvør orsøkin var, og tað gjørdi Rani Nolsøe eisini, men eftir ein slutur fyri ein slatur, hoyrdist onki aftur, sigur Jógvan við Keldu.
Jógvan er vísur í, at um hesin arbeiðsbólkur hevði fingið arbeiðsfrið seinastu fýra árini, so hevði støðan als ikki verið so álvarslig, sum hon er í dag.
Jógvan heldur eisini, at Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni als ikki fatar, hvussu álvarslig støðan í veruleikanum er ? eisini tann arrogansan sum Strandferðslan ofta vísir, ikki at vilja tosa við, sum vanliga nýta farleiðina og eru kundar.
Í viðmerking til tað sum Reidar Nónfjall segði í Sosialinum hósdagin, um at tað vóru mong sum vóru í móti at Dúgvan fór at sigla um Leirvíksfjørð, sigur Jógvan, at hatta bert er ein roynd at bjarga sær undan einum og hvørjum.
- Tað vóru tey allarflestu, sum vóru glað fyri at Dúgvan kom. Tað vilja altíð verða fólk, sum eru í móti, soleiðis eigur tað at vera í einum demokratiskum samfelagið, sigur Jógvan.