Heidi Petersen
løgtingskvinna
?????
Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, boðar frá ræð-andi ætlanum um broytingar í navnalóggávuni.
Lóggeving við afturvirkandi kraft.
Eg trúði ikki mínum egnu oyrum tá eg hoyrdi landsstýrismannin í innlendismálum greiða frá ætlaðu broytingunum í navna-lógini. Ætlar at broyta navnalóggávuna við afturvirkandi kraft til 1992? Og skal aftur geva loyvi til øll nøvn, óansæð um tey hava nakað við føroyskt mál at gera yvurhøvir, bara onkur í familjuni hevur borið hetta navn fyri 100 árum síðani.
Hvørja virðing hevur landsstýrismaðurin fyri lógum og løgtingum sum hava sitið undan honum? Hvørja virðing hevur landsstýrismaðurin fyri tí sum er samtykt undan honum? Og hvørja virðing hevur hann fyri fólkaræðisligum reglum?
At lóggeva við aftur-virkandi kraft er og verður altíð ein ósiður og eitt afturstig fyri fólkaræðið. Hetta eigur ikki at kunna lata seg gera. Eisini kunnu vit stúra fyri hvat vit kunnu vænta frá landsstýrismanninum næstu ferð.
Kunnu vit kenna okkum trygg í einum landi har landsstýrismaðurin í innlendismálum boðar frá lógum sum koma at virka við afturvirkandi kraft?
Eftir mínum tykki nei, og tí vil eg seta fram hendan spurning á føroya løgtingi sum skjótast. Er tað veruliga so, at ABC samgongan er so sterk, at hon kann sammetast við einaræði og óansæð hvat ein minniluti heldur, so skulu sjálvt fólkaræðisligar mannagongdir skúgvast til viks? Tað skal vera mín inniliga vón at so er ikki.
Máar støði undan føroyskum máli og samleika
Ein annar týðandi spurningur, í sambandið við at gera broytingar í navnalóggávuni er, at ein partur av samleikanum hjá føroyska fólkinum liggur í nøvnunum og navngev-ingini.
Við nýggju navnalóggávuni frá 1992 og seinni broytingum, sum vóru gjørdar í 2002, hevur politiski myndugleikin ásannað, at neyðugt var at rudda upp og beina teir skeivleikar, sum høvdu sníkt seg inn í málið, á beint aftur.
Men við at gera seg inn á málið og føroyska navngeving nú, máar landsstýrismaðurin støði undan okkara samleika, og tí sum í framtíðini kann verða eitt kjølfesti í føroyskari mentan, sum uppvaksandi ættarlig skulu byggja á, og brynja tey til at kenna seg sjálvi og sínar røtur, í einum heimi sum so skjótt og ógvusliga broytist, ávirkar, ørkymlar og krevur, so tey uttan tryggar og góðar karmar um sín samleika, lættliga kunnu takast av fótum.
So spurningur verður reistur á føroya løgtingi, og eg vóni at vit kunnu fáa eitt virðiligt orðaskifti um hesi viðurskifti, tí sjálvsagt skal bera til at skifta orð um broytingar, sum eru væl grundaðar, men kravið er at broytingarnar eru í samsvarið við føroyska málið. At gera tað við afturvirkandi kraft, vóni eg ikki fer at bera til í einum fólkaræðisligum landið.