Jógvan við Keldu: Fráboðanin á Farstøðini virkar ikki nógv væl

Eg fari við hesum at gera vart við, at fráboðanarskipanin á Farstøðini ikki virkar, sum hon eigur.
Fríggjadagin 31. januar í ár áðrenn døgverða, varð ringt fyri meg til Farstøðina. Spurningurin var einfaldur: "Hvussu er við Snarbussinum Leirvík ? Flogvøllin í morgin, tí nú er eingin sigling um Leirvíksfjørð klokkan tríkorter til nýggju".

Svarið var eins einfalt: "Jú, Snarbussurin fer úr Leirvík klokkan sjey hálvtrýss".

Nú eri eg føddur og uppvaksin í Føroyum, og havi ikki havt so lítið við Strandferðsluna at gera. Var eg ivasamur áðrenn, var eg tað ikki minni, tá eg hevði fingið hasi boðini.

Leygarmorgunin klokkan 7.45 var eg í Leirvík. Spurdi ein bussførara: "Hvar er Snarbussurin?. Hann svarar eitt sindur skemtingarsamur: "Hvør bussur? ? Hann er givin fyri 14 døgum síðani, og eingin veit nakað".

Eg hugsaði tað.

Fyri mín egna kropp við góðari tíð, hevði hetta ikki so nógv uppá seg, men var hetta ein mamma við fleiri børnum - kanska í illveðri - ella ein útlendingur, sum hvørki vitsti eitt ella annað, nú einki virkar, hevði hetta komið sera illa við.

At hann koyrir ella ikki, er eitt, men at fráboðanarskipanin hjá Strandferðsluni, sum einki annað hevur at gera, enn at tæna sínum kundum, hoyrir hetta ongastaðni heima. ? Hugsið tykkum til, hetta er í Føroyum, sum lutíst skal liva av at tæna útlendskum ferðafólkum við "precissión".

Hvar hetta fráboðanarliðið er brotið veit eg ikki.

Hinvegin fari eg - sum kundi - at biðja um eina frágreiðing, tí hetta er ikki fyrstu ferð, at fráboðan- arskipanin hevur svikið, og hvat ætlast at gera við hetta.

Til seinast. Lat okkum siga at útlendskt ferðafólk, sum skuldi á Flogvøllin hevði fingið at vita, at ferjan sigldi um Leirvíksfjørð kl. 8.45 leygarmorgun. Ein tílík fráboðan, kundi ikki verið óhugsandi.

Við heilsanum

Jógvan við Keldu