Jógvan Skorheim verður borgarstjóri

Klaksvíkar býráð hevur í kvøld skipað seg við Jógvani Skorheim sum borgarstjóra, og hann tekur við á nýggjárinum.

Varaborgarstjóri verður Steinbjørn O. Jacobsen.

Komandi borgarstjóri segði, at meirlutin fór at byggja skúlan á Ziskatrøð, at geva barnafamiljum lætta, at fjøltátta bústaðarmøguleikarnar í kommununi, víðka karmarnar hjá vinnuni og at skipa bussleið.

Jógvan Skorheim hevur enn ikki sagt, um hann sigur tingsessin frá sær, tá ið hann á nýggjárinum verður borgarstjóri í Klaksvík.