Jógvan Skorheim: Óheppið at skifta formann nú

Jógvan Skorheim sigur seg ikki kenna avtaluna um at skifta formann í vinnunevndini og at hann tekur støðu til spurningin á næsta fundi

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkflokkinum og nevndarlimur í vinnunevndini, segði fyrr í dag, at hann var ikki vísur í, at ein meirluti í vinnunevndini var fyri at skifta formannin út nú, sum annars er ætlanin hjá samgonguni.

 

Les eisini: Vinnunevndin skal ikki skifta formann nú

 

Sambært avtalu millum samgonguflokkarnar, so skuldi Javnaðarflokkurin hava formannin fyrru helvt av samgonguskeiðnum og Tjóðveldi seinnu helvtina. Bjarni Hammer er formaður í løtuni og Bjørt Samuelsen skal taka við sessinum.

 

Jógvan Skorheim, ið fór í valbólk við samgonguna í samband við nevndarbýtið, sigur nú, at hann fer at taka støðu til spurningin tá nevndin kemur saman aftur, men at hann heldur tað verið óheppið um formaðurin verður skiftur út beint nú.

 

- Eg haldi tað verða óheppið at skifta formann nú, tí vit hava eina fiskivinnunýskipan, ið hevur verið ígjøgnum hendan formannin og arbeiðið hevur gingið væl. Harafturat er tað vanlig mannagongd, at formaðurin í nevndini og landsstýrismaðurin ikki eru úr sama flokki, sigur Jógvan Skorheim.

 

Sum sagt, so er Sjálvstýrið í valbólki við samgonguni og nevndarbýtið bleiv býtt eftir tí. Jógvan Skorheim sigur, at valbólkurin og býtið hareftir er galdandi enn, men hann visti ikki um hesa avtaluna fyrrenn nú og tí má hann taka eina støðu til hetta á næsta fundi.

 

- Í løtuni havi eg onga støðu til spurningin um at skifta formann, tí eg havi einki vita um hetta. Eg hoyrdi um hetta í miðlunum nú og eg kann bara siga, at eg taki støðu til spurningin tá hann kemur fyri á vinnunevndarfundi, sigur Jógvan Skorheim.