Jógvan roynir seg aftur í Grand Prix

Nú er greitt, at Jógvan Hansen, sum júst nú er fløguaktuellur, skal framføra eitt lag hjá Bubbi Mortens til íslendska Melodi Grand Prixi. Hetta verður sostatt aðru ferð, at Jógvan Hansen er við í íslendska Melodi Grand Prix?num. Jógvan Hansen sigur hetta verða eitt hæddarpunktunum í tónleika lívið hansara. Hann hevur altíð lurtað nógv eftir Bubbi Mortens, og sær tí hetta sum ein stóran heiður.

-Eg hevið verið býttasti maður í Íslandi og Føroyum, um eg ikki takkaði ja til hendan møguleikan, sigur Jógvan Hansen við Vísir.

 

 

Bubbi dámar væl Jógvan

Eisini Bubbi Mortens er glaður fyri, at tað verður Jógvan Hansen, ið skal framføra lag hansara. Hann sigur við Fréttablaðið, at Jógvan er ein góður tónleikari, syngur væl í øllum sjangrum, og er ógvuliga nærverandi á pallinum.

 

Enn er ikki greitt hvørt lagið skal framførast á enskum ella á íslendskum, men Bubbi Mortens hevur altíð verið framsøgumaður fyri, at íslendskir tónleikarar framføra á móðurmál sínum til Íslendska Melodi Grand Prixi, og tískil er væntandi, at Jógvan eisini fylgir ynskunum hjá Bubbi.

 

Jógvan Hansen er júst nú fløguaktuellur, og fløga hansara ?Vinaløg?, sum hann hevur gjørt saman við íslendska Friðriki Òmar, er ógvuliga væl móttikin í Føroyum og Íslandi, og fløgan liggur nú nummar eitt á íslendska sølulistanum. Jógvan Hansen verður eisini at hoyra í Føroyum seinni í ár, tá hann fer at framføra til ársins Planet Awards.