Jógvan Philbrow: –Vit máttu sløkkja pedagogin

Formaðurin í Føroya Pedagogfelag greiðir frá

– Tá ið vit fóru til samráðingar, avtalaðu vit, at vit máttu sløkkja pedagogin. Vit royndu at halda fokus, tí tað vóru ting, ið skudlu avgreiðast, og annað kundi ikki órógva kósina ov nógv. Tað hevur hepnast betri summar dagar enn aðrar. Men tað hevur verið hart, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag.

 

 

–Vit hava fingið góðan stuðul, men vit hava eisini hoyrt útsagnir, ið hava verið óhepnar.

 

 

Støðið fyri samráðingarnar millum Pedagogfelagið øðrumegin og  Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin var lagt til samráðingarnar, ið vóru í 2015.

 

 

– Tá høvdu vit longu eitt uppskot um nýggja skálagongd. Fyrireikingartilgongdin til hesar samráðingarnar hevur vart frá samráðingunum í 2015 til nú. Tá ið sjúkrarøktarfrøðingarnir komu út við broyttum fortreytum, so broytti tað nógv fortreytirnar fyri hesar samráðingar. Tað hevði stóra ávikan á, hvussu tingini vórðu gjørd, sigur hann.

 

 

– Okkara sáttmáli er so ómetaliga afturúrsilgdur á nógvar mátar. Hetta er alt frá viðbótum til kvøldararbeiði, skalagongd, eftirløn og onnur viðurskifti, ið ikki eru á jøvnum støði við aðrar fakbólkar. Har er ein rúgva av avbjóðingum, sum vit nú hava lyft eitt sindur, so tá tað arbeiði verður gjørt, átti tað ikki at verði líka torført at komið á mál, heldur hann.

 

 

At koma á mál, heldur Jógvan, er at fáa eina avtalu, sum er rættvís: Ein lønargongd, sum er rímilig, tá hon verður samanborin við aðrar fakbólkar.

 

 

–Treytirnar fyri barsil og sjúkrafráveru mugu til dømis vera líka, líkamikið hvørjum felagi, tú ert í, staðfestir hann.

 

 

Ofta skal man vænta, at kanónirnar til tíðir venda skeivan veg í eini orrustu. Tað heldur Jógvan Philbrow tó ikki, at Pedagogfelagið merkti, tá limirnir vóru í verkfalli og verkbanni.

 

 

– Vit hava fingið dyggan stuðul frá limunum hesa tíðina. Limirnir eru komnir framvið við blómum, skipað fyri tiltøkum og so framvegis, sigur hann.

 

 

–Samhugin vaks næstan hvørja ferð mótparturin úttalaði seg, tí har vóru nógvar keðiligar viðmerkingar og fjaldar hóttanir frá Almannaverkinum. Samstundis hevði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fingið eina góða avtalu, og tá tað gjørdist greitt, at ætlanin ikki var at fara við Pedagogfelagnum á sama hátt, so var tað óskiljandi fyri tey allarflestu, sigur hann.

 

 

Myndugleikarnir hava sett útbúgvingina á stovn og skriva lógina um dagstovnar og dagrøktir, soleiðis at faklig atlit skulu takast, og leggja krøv um, hvat skal dokumenterast og gerast á stovnunum. Tí kendist tað niðurgerandi og særandi, sum námsfrøðingur, at spurnartekin varð sett við, um hetta er eitt fakøki, ið hevur nakran týdning, heldur Jógvan Philbrow.

 

 

–Sum námsfrøðingur veit man, at arbeiði er umráðandi. Stórur partur av grundarlagnum hjá børnum verður lagt av námsfrøðingum. Vit hava ein stóran leiklut við at hjálpa til við at tryggja framtíðina í landinum. Umframt eru tey veikastu og ósjónligastu borgararnir á sambýlinum og bústovnunum, og hesi eru námsfrøðingar lívæðrin hjá. Tí pína slíkar útsagnir, hóast eg sum formaður veit, at hetta er partur av sjónleikinum og psykologiska spælinum, staðfestir hann.