Leygarkvøldið syngja Jógvan Hansen og íslendingurin Fríðrík Ómar í Norðurlandahúsinum í Havn. Teir hava í fleiri ár samstarvað um tónleik og hava givið tvær fløgur út saman, har teir hava sungið kendar føroyskar og íslendskar sangir. Á konsertini luttekur eisini kvinnukórið Suð.
Jógvan & Fríðrík Ómar
Norðurlandahúsið í Havn
Leygarkvøldið 9/3 kl. 20.00










