Tað var boðskapurin, tá FSF í dag hevði tíðindafund fyri føroysku miðlunum.
Magnus á Stongum, formaður í landsliðsnevndini, segði, at teir ongan tið ivaðust í, at teir vildu hava Jógvan Martin at halda fram í sessinum. Og tá venjarin eisini var sinnaður at halda fram, gjørdist talan á ongan hatt um truplar samráðingar.
Og sjálvur helt Jógvan Martin eisini, at hann hevur nógv afturat at geva.
- Ágangurin var stórur - serliga í fjør - men eg haldi, at avrikini í 2007 avgjørt hava vist positivar tendensir. Og tí haldi eg sjálvur, at her er nakað hjá mær og liðnum at arbeiða víðari við, segði hann.