Jógvan kappast aftur í Íslandi

Nú íslendingar aftur skulu finna eitt gott og virðiligt umboð at senda til europeisku sangkappingina, Eurocontest 2013, telist 34 ára gamli klaksvíkingurin, Jógvan Hansen, enn eina ferð millum teirra, ið fara at kappast.

 

Tilsamans eru 12 sangir við í kappingini, sum í Íslandi eitur »Söngvakeppni Sjónvarpsins«, og Jógvan skal hesa ferð syngja duett saman við ungu sangarinnuni, Stefanía Svavarsdóttir. Sangurin eitur »Til þín«, og Sveinn Rúnar Sigurðsson og Ágúst Ibsen hava yrkt og Sveinn Rúnar skrivað lagið.

 

Hetta er triðju ferð, Jógvan Hansen roynir seg í hesi kappingini. Hann var fyrstu ferð við í 2009 við sanginum »I Think The World of You« og bleiv nummar fýra, og so var hann aftur við í 2010 við sanginum »One More Day«, sum bleiv nummar tvey.

 

Nú Jógvan roynir seg á fjórða sinni, skal hann millum annað kappast við Jóhonnu Guðrun Jónsdóttir, sum í 2009 umboðaði Ísland í europeisku finaluni og endaði næstfremst, og Birgittu Haukdal, sum í 2003 bleiv nummar 13 í europeisku finaluni.

 

Rás 2 tosaði við Jógvan Hansen seinnapartin, og tá greiddi hann soleiðis frá sanginum, hann skal syngja hesa ferð: