Jógvan Hansen og Friðrik Ómar royna seg nú enn einaferð við einari íslendskari/føroyskari fløgu, sum kemur á marknaðin í morgin.
Rasmus, Hon er omma mín, Karin og Dukkan Fríða. Hetta eru nøkur av teimum løgunum, sum nú skulu royna seg í Íslandi. Íalt 10 vælkendir føroyskir barnasangir skula nú royna seg í Íslandi. Somuleiðis skula vit í Føroyum læra tíggju av bestu íslendsku barnasangunum at kenna.
Føroyska-íslendska verkætlanin byrjaði fyrra árið við tvífløguni "Vinaløg" sum tók
støði í poppløgum. Hesaferð hava Jógvan Hansen og Friðrik Ómar valt millum bestu
barnaløgini, londini hava at bjóða.
-Hetta er meir ein familjufløga enn barnafløga. Vit hava valt sangir, ið hava vunnið hjørtuni hjá bæði stórum og smáum. Og sum við Vinaløgum, so halda vit, at føroyingar og íslendingar vanta kunning um tónleikin hjá hvørjum øðrum. Endamálið við verkætlanin er at betra um tað, sigur Jógvan Hansen.
-Sigast kann ikki annað enn, at føroyingar hava tikið væl undir við fleiri av sangunum Jógvan syngur á "Vinaløg". Spennandi verður at vita, um garvilla lagið "Bahama" fær føroyingar upp úr stólinum at dansa og ruddulagið, øll at rudda. Í øllum førum er huglagið á fløguni so stuttligt og kætið, at øll munna fara at tralla við, sigur Tutl, og vísir til hesa leinkjuna:
Fríggjadagin kl.16.30 verður almenn fløguútgáva í TUTLhandlinum á Káta Horninum, har teir báðir fara at syngja og signera fløgur.
Hetta sigur Tutl í dag.