Hann hevur mest sum alla sína tíð búð í Klaksvík, og hann hevur arbeitt í flakavinnuni øll árini.
Jógvan er sonur Fíu og John Høj, sum búgva mitt í býnum. Tey eiga trý børn - Ebba býr í Havnini og Jógvan og Joan búgva í Klaksvík. Systrarnar eru báðar sjúkrasystrar.
Eftir lokna skúlagongd arbeiddi Jógvan eitt ár á Kósini. Í 1973 fór hann saman við einum vinmanni til Stavanger, har teir í eitt ár vóru á Norges Hermetik fakskole.
Tá ið Jógvan var komin aftur úr Noregi, keyptu hann og pápin flakavirkið í Árnafirði, Norðurfisk. Jógvan var stjóri nógvu tey fyrstu árini, og onkur skifti hevur hann verið virkisleiðari á Kósini. Í Árnafirði framleiddu teir fyrst og fremst raspað hýsufløk, og á Kósini var Jógvan nógv uppi í menning av nýggjum vørum.
Í 1997 keypti Jógvan flakavirkið í Nordepli. Tey fyrstu árini átti hann tað saman við spaniumonnum, og virkið arbeiddi saltfisk burturav. Seinni keypti Jógvan partin hjá spaniólunum, og virkið, sum eitur Norðfra, varð bygt um til vanligt flakavirki.
Flakavirkið í Norðdepli er størsta arbeiðsplássið í kommununi, og arbeiðsfólkunum hevur dámt væl, og tey hava verið rættuliga støðug á virkinum. Tey seinnu árini hava tey lagt alt størri dent á at framleiða til heimamarknaðin. Fiskasuppan er sera væl umtókt, og tey selja eisini so nógvan annan døgurðamat. Eitt nú ræstan fisk, kjálkar, lippur og raspað flak. Hetta verður selt um alt landið.
John Høj var í meiri enn ein mansaldur sunnudagsskúlalærari í Betesda, og Jógvan hevur eisini í hesum gingið í faðirsins fótasporum. Jógvan er eisini ógvuliga áhugaður í sangi. Hann hevur sungið í Betesda kórinum síðani 1970, hann hevur sungið við Seytjan sangarum øll árini, sum hetta kórið hevur verið til, og so er hann við í kvartettini Vitin.
At Jógvan er trúfastur boðar alt hansara lív og virki frá. Hann er rólógur og hóvligur maður, men tað merkir ikki, at hann ikki hevur sínar meiningar, og hann dugir væl at tala fyri teimum. Jógvan er giftur við Sonju, fødd Hammer, og ættað úr Klaksvík. Tey búgva undir Fossum, og tey eiga trý børn - Ester fødd í 1979, Fía fødd í 1983 og Jákup sum er føddur í 1988. Ester og maður hennara Allan Eysturskarð, sum er ættaður úr Fuglafirði, arbeiða bæði á virkinum í Norðdepli.
Føðingardagurin hjá Jógvani Høj verður hildin í matarhøllini í Norðfra.










