Í mai mánað í 2018 fingu Judit Eliasen og Helmar Lassen fyrsta barn teirra, tá lítli Jógvan varð borðin í heim. Viðgongutíðin hevði gingið væl, og einki óvanligt var at síggja á skerminum, tá Judit varð skannað nakrar vikur fyri, at hon átti Jógvan. Men tá hann varð føddur, sóu tey, at okkurt bagdi fótinum hjá honum.
Foreldrini hjá lítla Jógvani fingu at vita, at tey høvdu tríggjar valmøguleikar. Tey kunnu varðveita fótin, leingja beinið ella amputera fótin. Tey valdu at amputera, og í dag hevur lítli Jógvan protesu, tí hann manglar høgra fót.
– Hetta var harðasta avgerðin, eg nakrantíð havi tikið, sigur Judit Eliasen, mamma Jógvan.
Les alla greinina um lítla Jógvan og hvussu væl hann klárar seg við protesu í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið.