-Eg tori ikki at trúgva miðlunum. Eg eri takksamur fyri álitið, men eg dugi als ikki at meta um úrslitið fyrr enn tað fyriliggur, sigur Jógvan Hansen, sum íslendsku miðlarnir hava kosið favoritt. Leygarkvøldið verður endabresturin í íslendska Grand Prixinum, har seks tónleikarar skulu dystast um, at gerast umboð íslendinga í Eurovision. Jógvan Hansen telist ímillum favorittarnar í Íslandi, og fjølmiðlarnar hava spátt, at hann verður næsta umboðið hjá Íslendsku tjóðini.
?One more Day? hittar
Íslendska legendan og lagsmiðjurin Bubbi Morthens, er høvundurin handan lagið ?One more Day?, sum íslendingar longu hava tikið til sín. Fyri nøkrum árum síðani var ikki vanligt, at fjøldin hoyrdi tey ymsu finaluløgini fyrr enn finalukvøldið, men í ár er øðrvísi, tí løgini hjá øllum finalistunum er komin út til miðlarnar og harvið til fjøldina.
-Tað er gott, at fólk hava møguleikan at kenna sangin og taka hann til sín áðrenn kappingina. Tí vanligt er eisini, at tað, sum flýgur upp, fellur eisini niður aftur líka skjótt. Vit hava við hesum ein møguleika at fáa nøkur góð og rólig løg, heldur enn tónleik, sum fellur til jarðar stutt eftir kappingina. Taka vit dømi í Norra, so var sangurin hjá Alex Rybak ikki so ótrúliga góður kanska, men hann vann frama hjá fólkinum áðrenn finaluna, sigur Jógvan Hansen.
Er ov feitur
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jógvan Hansen roynir seg í stórum tónleikakappingum. Bæði í Danmark, Íslandi og Føroyum hevur Jógvan verið nógv at sæð á pallunum, og serliga gjørdi hann seg merktan í íslendsku X-Factor kappingini, sum hann eisini gjørdist vinnarin av.
-Eg havi lisið á ymsum heimasíðum, at fólk halda, at eg eri blivin so feitur síðan X-Factor, sigur Jógvan brosandi og leggur aftrat, at sjónvarpstóli leggur 10 kilo aftrat vektini.
Tað er sjálvsagt ikki bara røddin, sum skal venjast til eitt slíkt kvøld, tí í hesum døgum hevur útsjóndin eisini nógv at týða, og hetta er Jógvan varugur við.
-Eg renni hvønn dag, og havi tapt meg nøkur kilo síðani eg var heima í Føroyum á jólum, og livdi av matinum hjá mammu, sigur Jógvan Hansen.
Baklandið Føroyar
Hóast Jógvan í mong á hevur búð í Íslandi, so er hann kortini ein fólkakærur tónleikari í Føroyum, og stuðulin frá føroyingum hevur stóran týdning fyri Jógvan.
-Eg vil siga, at tað hevur ótrúliga nógv at siga fyri meg, at eg fái so góðan stuðul úr Føroyum. Tað hugsi eg mangan um, og eri ótrúliga takksamur fyri, sigur Jógvan Hansen.










