Vit kunnu vænta, at vit standa við ongum dómarum ein penan dag sum teir verða viðfarnir. Tað líkist bara púrasta ongum tað verið seg lesarabrøv heimasíður fjepparar ítróttarleiðarar (venjarar) og aðrir ið hava so heilt óanmyndliga gott skil fyri fótbólti og síggja alt og vita alt hundrað ferðir meira og betur enn allir dómarar í Føroyum.
Veit tú hvat man kallar slíkar; »Vánaligar taparar og ræðuskítar«.
Tað er ein Uriaspostur at verða dómari skilji ikki sjálvur, at nakar tímir at seta seg sjálvan í slíka støðu. Verða útspiltur spottaður og kallaður líkt og ólíkt.
Skilji ikki, at Dimma kann fáa seg at prenta eitt slíkt lesarabræv, sum er í blaðnum í kvøld, ið er á grensuni til ærumeiðing um tað ikki er tað.
Leggur dómarar, venjarar og spælarar undir at vilja skaða onnur. Tá skal tú hava nokk so góð prógv, at kunna skriva slíkt.
Dómarar eru vanlig fólk ið eisini kunnu taka feil, og tað siga teir eisini sjálvir men eitt er vist Teir royna tað teir kunnu, fyri at dysturin skal skal spæla væl av. Og hvat annað skuldu teir??? Teir eru fótbóltselskarar eins og vit onnur - og teir skulu ofta taka eina avgerð innan fyri ein brøkdeil av sekundi.
At blóðið blívur heitt viðhvørt, er onki at siga til. Og heilt erligt. Hvussu høvdu vit KÍ-arar reagerað, um tað vóru vit, ið mistu alt á stokkinum í seinasta minutti, eins og HB gjørdi seinasta sunnudag??? Kann lítið ætla, hvussu svakir vit høvdu verið.
Nú er tað yvirstaðið og vit halda áfram.
So til okkum øll, ið elska fótbólt. Latum okkum gleðast yvir fótbóltin og takka fyri, at tað eru nakrir menn í Føroyum, ið tíma at døma.
Teir gera okkurt býtt við hvørt. Men lat teir tað og um hendan útspillingin av dómarum heldur áfram, eri eg bangin fyri, at vit ein »skjønnan« dag standa við ongum dómara. Og hvat er tá vunni???
Klaksvík 9. mei 2006.