Christiansborg:
-Hetta er heilt ótrúligt. Ein føroyskur ráðharri verður vanliga ongantíð spurdur um nakað sum helst, men í dag verður eg spurdur úr høgru og vinstru. Eg havi svarað tykkara spurningum fleiri ferðir, og tími ikki at endurtaka svarið enn einaferð.
Tað var eingin ivi um, hvør fekk flestar spurningarnar í spyrjitímanum fyrrapartin, tá orðaskiftið í Norðurlandaráðnum var á skránni. Sum føroyskur ráðharri í Norðurlandamálum bleiv Jógvan á Lakjuni álopin við hvøssum atfinningum um støðuna hjá samkyndum í Føroyum.
-Tað er eingin ivi um, hvør hevur verið toppskorari við spurningum higartil, men nú haldi eg eisini, at tit eiga at seta spurningar til aðrar ráðharrar enn tann føroyska, tí annars gerast teir arbeiðsleysir, helt formanskapurin skemtiliga fyri undir spyrjitímanum.
Mannarættindi
-At verða álopin og happaður fyri at vera samkyndur er eitt greitt brot á grundleggjandi mannarættindi. Hetta er ikki bara eitt mál fyri Føroyar. Hetta er hinvegin eitt mál fyri alt heimssamfelagið at verja mannarættindi. Og mannarættindi eru væl eisini galdandi í Føroyum, spurdi Rannveig Gudmundsdóttir speiskliga føroyska ráðharran.
Íslendski tinglimurin vísti á, at Norðurlandaráðið fyri 25 árum síðan fann hvassliga at Íslandi, tí íslendingar ikki virdu samkynd. Rannveig Gudmundsdóttir nevndi tilburðin við Rasmus Rasmussen, og helt fyri, at Føroyar áttu at fáa somu viðferð frá Norðurlandaráðnum sum Ísland fekk fyri 25 árum síðan, tí tilburðurin við Rasmusi Rasmussen í oktober mánaði var eitt klokkuklárt dømi um, at føroyingar ikki virða tey samkyndu- og harvið ikki mannarættindi.
Rannveig Gudmundsdóttir er partur av sosialdemokratiska bólkinum í Norðurlandaráðnum, og hon heitti staðiliga á aðrar politiskar bólkar undir Norðurlandaráðnum um at fordøma støðuna hjá samkyndum í Føroyum, og bað samstundis føroyskar politikarar geva samkyndum somu rættindi, sum onnur Norðanlond hava.
Tað var kortini ikki bara íslendski politikarin, sum reisti spurningin. Bæði svenskir og danskir politikarar spurdu upp til fleiri ferðir, hví samkynd ikki vera vard, um samkynd eru vælkomin í Føroyum og nær Føroyar ætla at veita samkyndum verju móti happing og mismuni.
Donsku fólkatingslimirnir Mogens Jensen (S) og Line Barfoed (E) knýttu spurningin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap og støðuna hjá samkyndum saman.
-Hví skulu vit geva føroyingum somu rættindi í Norðurlandaráðnum sum vit hava, tá teir ikki kunnu veita sínu egnu borgarum somu rættindi í Føroyum, spurdi Mogens Jensen ?
Sjokeraður
Jógvan á Lakjuni varð ikki sørt ørkymlaður og stundum illur inn á mongu spurningar, sum vóru settir honum í morgun. Hann segði seg vera sjokeraðan av myndini, sum Norðanlond vilja geva av Føroyum. Hann vísti á, at Føroyar eru eitt gott land at búgva í, tí sambært hagtølunum eru Føroyar besta norðanlandið at búgva í, tí vit hava millum annað lágt arbeiðsloysi, lítlan og ongan kriminalitet og eitt høgt barnatal.
-Danskir miðlar hava seinastu vikurnar miðvíst roynt at seta Føroyar í ringt ljós, tí tað dámar teimum best. Útleggingin av støðuni hjá samkyndum hjá teimum er fullkomiliga burturvið, tí vit diskriminera ongan í Føroyum. Eg taki fullkomiliga frástøðu frá tilburðinum í farna mánað, men eg vil staðiliga vísa á, at hatta er ikki nakað sum hendir regluliga í Føroyum. Tí haldi eg, at tað er ótrúligt, at Norðanlond skulu ganga á odda við at seta Føroyar í ringt ljós, segði ein kensluborin Jógvan á Lakjuni.
Hann legði serliga eftir Rannveig Gudmundsdóttir. sum hann metti hava fornermað føroysku tjóðina við sínum álopum.
-Tað er undrunarvert, at harðastu atfinningarnar skulu koma úr Íslandi, tá hugsað verður um at Føroyar og Ísland eru nærmastu grannar og bróðratjóðir, segði landsstýrismaðurin.
Demokratiskur rættur
-Tað er rættiliga deildar meiningar um spurningin. Bíblian verður tulkað ymiskt, og tað tekur tíð at flyta mørk. Eg eri ikki vísur í, at tað fer at eydnast at broyta lógina hesaferð, men møguliga eydnast tað næstu ferð, ta málið kemur fyri løgtingið.
Soleiðis orðaði løgmaður seg, tá hann í gjár bleiv spurdur um støðuna hjá samkyndum undir setanarorðaskiftinum. Eins og Jóannes Eidesgaard vísti á í gjár, segði Jógvan á Lakjuni, at Norðanlond verða noydd at virða støðuna hjá føroyska fólkinum og politikarunum.
-Eg skal viðmerkja, at meirluti av føroyska fólkinum ikki ynskir at broyta revsilógina, og tað er ein demokratiskur rættur hjá okkum at hava tað støðuna, vit hava í málinum.
Føroyar og Grønland er einastu Norðanlond, sum framvegis ikki hava víðka revsilógina til eisini at umfata kynsliga orientering.