Jógvan beinleiðis í Sjónvarpinum

Finalan í íslendska Grand Prixinum verður send beinleiðis í Sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

 

Tað er leygarkvøldið, at Jógvan Hansen og Stefanía Svavarsdóttir skulu kappast í finaluni í íslendska Grand Prixnum. Tey komu víðari frá innleiðandi kappingini farna vikuskiftið, og nú skulu tey royna at syngja seg víðari til europeisku kappingina, sum verður í Malmø í mai.

 

- Tað er eingin greiður favorittur til kappingina hesaferð, og tí hava vit kanska eisini ein kjans í finaluni. Tað kann tað sama verða vit sum onkur annar, ið vinnur. Í øllum førum halda eg, at vit hava ein góðan sang, sigur Jógvan Hansen.

 

Íslendska Grand Prixið verður hildið í Harpuni í Reykjavík, og Sjónvarp Føroya fer at samsenda við íslendska sjónvarpið frá kl. 19.40 leygarkvøldið.