Í heili 40 ár hevur Jógvan Arge verið ein ímynd av Útvarpinum. Ì morgun fall hann fyri spariknívinum, men síðsta orðið er neyvan sagt enn Eftir at hava arbeitt í Útvarpinum í 40 ár, hevur Jògvan Arge verið ein ímynd av Útvarpi Føroya.
Men nú er hann uppsagur í eini spariætlan hjá Kringvarpinum, har sjey onnur starvsfólk fullu fyri spariknívinum
Men í samrøðu við Sosialin í dag staðfestir hann, at hann skilir ikki framferðina hjá leiðsluni í Kringvarpinum og uppsøgnina ætlar hann ikki at góðtaka uttan víðari.
- Eg var programmleiðari til 1. oktober í ár. Men so varð tað starvið niðurlagt og tá traðkaði eg loyalt til síðis sum programmleiðari, sigur Jógvan Arge.
- Men tá gjørdi seg samstundis eina avtalu við leiðsluna, at eg skuldi fara í annað starv Kringvarpinum.
- Tað var eftir uppskotið frá leiðsluni, at tann avtalan varð gjørd.
Hann sigur, at sostatt metir hann, at leiðslan í Kringvarpinum hevur framt álitisbrot og núi fer at kann eftir um tað ber til at fara víðari við málinum. Hvussu hann ætlar at ger tað, má hann nú hugsað um.
Annika Mittún Jacobsen Kringvarpsstjóri, sigur við Sosialin, at hon ger ikki viðmerkingar til viðurskiftini hjá einstaklingum.










