Jógvan Arge og Óli Jacobsen í Gøtu

Hóskvøldið 14. apríl fara rithøvundarnir, Jógvan Arge og Óli Jacobsen, at halda tveir áhugaverdar fyrilestrar á bókasavninum í Gøtu.

Hóskvøldið 14. apríl klokkan 19.30 fara rithøvundarnir, Jógvan Arge og Óli Jacobsen, at halda tveir áhugaverdar fyrilestrar á bókasavninum í Gøtu.

 

Heitið á fyrilestrinum hjá Jógvani Arge er: Ein søga um Absalon á Dunganum, og Óli Jacobsen fer at halda fyrilestur um tveir fiskimannafelagsformenn, Símun Paula úr Konoy og Hans Jacob Havstreyn.

 

Símun Pauli úr Konoy, sum var lærari, var fyrsti formaður í Føroya Fiskimannafelag, og søgan um Hans Jacob Havstreym er ikki minni forvitnislig, men eisini kensluborin.

 

Á Gøtu bókasavni siga tey, at tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.