Jógvan Arge í fastasta svøvni

   

Heðin Mortensen
formaður í mentanarnevndini
???????????????????????

Síggi í bløðunum, at Jógvan Arge - honum so líkt - kemur við negativarum viðmerkingum til býráðs-arbeiðið. Hesaferð skrivar hann um strongda barnaansing, sjálvt um hann sjálvur situr í mentunarnevndini og viðger barnaansingartørvin, og tí skuldi verið væl kunnaður í hesum máli.
Jógvan Arge, kommunan kroystir ikki fleiri børn inn á stovnarnar, enn teir er normeraðir til. Hesi tøl og yvirlit yvir stovnar hevur tú fingið á hvørjum ári í hondina, tá viðgerðin av fíggjarlógini hjá kommununi hevur verið fyri.
Seinast tú fekst hesi tøl, var á mentunarnevndarfundi týsdagin í síðstu viku, men kortini skrivar tú, at tú einki kennir til hesi viðurskifti. Hetta dugi eg ikki at lesa á annan hátt, enn at tú vilt varpa um allar geilar, at tú hevur sovið í tímanum.
Í hesu setuni hevur býráðssamgongan bygt níggju nýggjar vøggustovur og barnagarðar. Ongantíð í býráðsins søgu eru so stórar íløgur lagdar á einum stað. Ansingartøvurin er í dag nøktaður, og øll foreldur hava nú møguleika at fáa ansing fyri sínum børnum, soleiðis at møguleiki er fyri at koma út í vinnu.
Og meira er á veg, tí longu fyri komandi ár eru tríggir nýggir stovnar á veg í Nólsoy, á Velbastað og í Hoyvíkshaganum Suður. Men hetta hevur Jógvan Arge ongan áhuga í, tí nú er einki mál at rumbla við.
Tú mást bara síggja sannleikan í eyguni, at málið er rokkið og avgreitt, Jógvan. Her er einki at koma eftir!
Nú hetta valskeiðið er farið at halla, er nógv at vísa á, sum er framt á nógvum økjum. Enn er sjálvandi nógv eftir at gera, og í mínari verð verður størsta takið í næstu setu at fáa loyst ansingar- og røktartørvin hjá okkara eldru á líka fyrimyndarligan hátt, sum vit hava loyst barnaansingina.
Tey, ið hava lagt lunnar undir tað, vit onnur kunnu byggja víðari á, standa nú fyri tørni, og tí eiga vit at leggja allar kreftir og neyðuga peningin í hetta økið. Vit eru eisini longu væl á veg við Tjarnargarði og víðari útbygging av honum, eins og heimið í Vallalíð kann nevnast.
Nú haldi eg, at stundin er komin, at Jógvan Arge eisini smoyggir upp um armar og ger seg til reiðar at vera við í arbeiðinum, heldur enn altíð at vera við tað ringa orðið, tí tað tænir ongum endamáli. Tað mátti verið so líka til, at Jógvan Arge frøddist um, at ansingartørvurin varð loystur í hesi setuni, men her haltar hjá Jógvan Arge, tíverri.
At enda havi eg eini ráð at geva tær, Jógvan Arge. Eg haldi ikki, at tú skalt leggja eftir okkara umsiting í hesum máli, tí hon kann á ongan hátt lastast fyri, at tú ikki fylgir nóg væl við!