Jógvan Arge aftur í Kringvarpinum

Jógvan Arge er í dag byrjaður aftur í Kringvarp Føroya. Eftir at uppsøgnin varð ógildað, hava Kringvarpið og Jógvan Arge tinga seg fram til eina loysn, sum merkir, at Jógvan Arge í dag er byrjaður aftur í sínum gamla starvi

Kringvarp

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Eitt langt stríð er av. Eitt stríð, sum hevur staðið við síðan 16.desember í fjør, tá Jógvan Arge, saman við øðrum, fall fyri spariknívinum í Kringvarp Føroya og fekk sekkin, eftir at hava verið ímyndin av føroyskum útvarpi í 40 ár.

Tá segði Jógvan Arge við Sosialin, at seinasta orðið neyvan var sagt í hesum máli.

Stutt eftir beitti hann sakførara eftir Kringvarpinum, og eftir togtogan í hálvt ár, varð uppsøgnin ógildað tann 31.juli í ár, og tá heitti Mentamálaráðið á partarnar um at setast við samráðingarborðið og finna eina nøktandi loysn.

Og tað er henda loysnin, sum nú er komin.


Aftur til sama starvið

Jógvan Arge er í dag byrjaður aftur í tí starvinum, hann varð uppsagdur úr. Tó er hetta, eftir egnum ynski frá Jógvan Arge, upp á eitt sindur niðursetta tíð.

- Eg fari aftur at gera samrøðusendingar, frásøgur, siðsøguligt tilfar og annað, júst sum eg gjørdi áðrenn, váttar Jógvan Arge.


Kanska kappróður eisini

Jógvan Arge er eisini tann mest kenda røddin í føroyskum ítrótti – nakað, ið Rás2 gjørdi sær dælt av, tá Oyggjaleikir vóru, tá Jógvan Arge var við í Oyggjaleikatoyminum hjá Miðlahúsinum – og hann sigur sjálvur, at hann ikki kann avvísa, at tað verður okkurt við ítrótti at gera aftur.

- Eg havi mangan varpað fótbólt út, og tað verður kanska eitt sindur av tí aftur, sigur Jógvan Arge.

Hann vil heldur ikki útiloka, at hann møguliga kann varpa kappróður út aftur eisini – nakað, ið felst øll kappróðraráhugað fegnast um.


Tíð til býráðsarbeiðið eisini

Um orsøkina til at Jógvan Arge er settur í starv upp á niðursetta tíð, sigur hann, at hetta var eftir egnum ynski.

- Hetta er so at eg eisini havi betri stundir at røkja býráðsarbeiðið, sigur Jógvan Arge, sum nú aftur av røttum kann kalla seg útvarpsmann.