Jú, Dimma, fleiri stig eru tikin um ”Framtíðar sjúkrahúsverk” - og fleiri verða umrødd í politisku samgongusamráðingunum

Tað er ikki rætt, tá Dimma skrivar í eini grein í vikuskiftinum, at ”so at siga onki” er gjørt við álitið um ”Framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum”, sum undirritaði legði fram síðsta vár og sum var til aðalorðaskiftis í løgtinginum

Í álitinum eru tilsamans 30 ítøkilig tilmæli. Á fleiri økjum eru vit komin væl áleiðis, hóast ikki eitt ár enn er liðið. Dimma nevnir bara nøkur fá av tilmælunum, tey sum snúgva seg um tann yvirskipaða bygnaðin. Tað er rætt, at har er enn onki stig tikið til broytingar. Men tað verður ein av teim komandi stóru og spennandi avbjóðingunum.

 

Tey flestu av tilmælunum snúgva seg um ymisk viðurskifti viðvíkjandi sjúklingunum og starvsfólkunum (nr. 1-16) Bæði út frá hesum tilmælum og út frá samskifti, eg havi havt við umboð fyri leiðslu og starvsfólk, hevur verið arbeitt við eini menningarstrategi á Landssjúkrahúsinum.

Nú í jan. eru tey liðug við útkastini til innsatsin, ið skal gerast á 5 fokus-økjum:

- sjúklingaviðurskifti

- samskifti og kunning

- starvsfólkaviðurskifti

- kunningartøknilig viðurskifti

- fíggjarviðurskifti

Tað sum nú stendur á skránni, er at fáa ein dialog millum allar partar á sjúkrahúsinum, um hesi útkast, og hvussu ætlaninar skulu fremjast.

 

Nøkur av tilmælunum í álitinum snúgva seg um heilsufremjandi virksemi (m.a. nr. 4). Her eru vit jú komin væl ígongd við Fólkaheilsuætlanina, bæði við fyribyrgjandi heilsukanningum og ymiskum heilsuátøkum, eins og Fólkaheilsuráðið er styrkt og hevur fingið til uppgávu at útinna ætlaninar.

 

Tilmæli nr. 9 er longu framt, nevnliga at skipa fyri nøgdsemiskanning millum sjúklingar.

 

Tilmæli nr. 8 er sett í gongd, at fáa yvirskipaðar viðgerðarvirkisætlanir. Her havi eg sett ein bólk at gera ein Krabbameinsvirkisætlan, sum skal verða liðug í vár.

 

Tilmæli nr 7 snýr seg um viðgerðartrygd, sum ikki kann sigast annað enn at verða sett væl og virðiliga á politisku skránna nú í farna valstríðnum, og sum væntandi verður at finna í komandi samgonguskjalinum.

 

Tilmælini nr. 10 og 13 snúgva seg m.a. um strategiskt samstarv við sjúkrahús uttanlands. Hetta var av álvara farið undir í fjør, bæði við at fyrireika eina avtalu við íslendska Landsspitalið, og við at fáa samband í lag við skotska heilsuverkið.

 

Tilmæli nr. 11 snýr seg um tørvin fyri at fáa eina raðfestingarætlan fyri serlæknaøkið. Hetta var við í fíggjarlógaruppskotinum bæði fyri 2007 og 2008. Og fer at standa frammaliga í raðfestingunum hjá komandi samgongu.

 

Tilmæli nr. 19 snýr seg um at fáa tættari samband millum sjúkrahúsjáttan og játtan til serviðgerð uttanlands. Fyrsta stig til hetta varð tikið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008.

 

Tilmælini nr. 23 og 24 snúgva seg m.a. um leiklutin hjá Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi í samband við uppafturvenjing. Júst hetta er blivin ein týðandi táttur í uppskotinum um eina Endurvenjingarætlan fyri fólk við førleikatarni, har hesi bæði sjúkrahúsini skulu verða miðstøðir fyri endurvenjingina í Føroyum.

 

Tilmæli nr. 26 snýr seg um samskipan av sjúkraflutninginum og prehospitalu tilbúgvingina. Eisini á hesum øki hava vit fingið gjørt eitt ítøkiligt uppskot, sum ætlanin er at fara at arbeiða við í hesum ári.

 

Hinvegin er tað rætt, at tey ítøkiligi tilmælini um tann yvirskipaða bygnaðin millum tey 3 sjukrahúsini, sum Dimma serliga ger nógv burturúr, har eru ikki enn tikin politisk stig. Men tað verður uppgávan hjá komandi landsstýrismanninum at fara ígongd við hesa stóru uppgávuna, nú tá nýggj politisk samgonga fer at vera skipað.

 

Hvat ið mínar ætlanir eru, havi eg víst týðiliga í blaðgreinum, bæði áðrenn og í sjálvum valstríðnum. Eisini um hvussu vit skulu arbeiða við teim bygnaðarligu viðurskiftunum. Serliga vil eg vísa til tær 3 greinarnar:

”Soleiðis tryggja vit dygd og góðsku á sjúkrahúsunum”,

”Viðgerðartrygd fyri sjúklingar innan 2-6 vikur” og

”Kvalitetsreformur fyri sjúkrahúsverkið

Greinarnar eru at finna bæði í Dimmu og Sosialinum, og harumframt á mínari bloggsíðu undir Valevnir á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum, www.j.fo