Jóansøkubál á Leynasandi er framskundað

Vegna vánaligar veðurforsagnir fyri leygardagin, verður jónansøkutiltakið á Leynasandi framskundað til í dag.

Tað er í dag og í kvøld - og ikki leygardagin 23. juni - at jóansøkubálið, sum Kvívíkar kommuna skipar fyri, verður á Leynasandi. Sambært heimasíðuni hjá kommununi hava tey gjørt av at framskunda tiltakið tveir dagar vegna vánaligar veðurforsagnir.

 

- Men, fyri tykkum, sum ikki kunn luttaka, er nú møguligt at síggja Leynasand í nýggja vevmyndatólinum, sum vit hava sett upp á Stykkinum.

 

Á heimasíðuni kvivik.fo er vegleiðing um, hvussu fólk kunnu síggja vevmyndatól og vevmyndir.

 

Um heimasíðuna sæst eisini forvitnisliga skráin fyri tiltakið á Leynasandi, sum byrjar longu seinnapartin í dag klokkan 16 og heldur fram til væl út á kvøldið.

 

Tiltakið í dag byrjar við, at heitu pottarnir lata upp klokkan 16, og klokkan 19 fer Rógvi Dam at undirhalda fyri familjuna. Glæman fer at selja mat, og KSR fer at selja okkurt at sløkkja sær tostan við.

 

Jóansøkubálið verður tendrað á Leynasandi klokkan 20, og klokkan 21 fer Hilmar Jan Hansen at halda røðu.

 

Áðrenn felagssangin, sum byrjar klokkan 22, har Terji Jacobsen fer at spæla undir við harmoniku og Súsanna Mortensen fer at skipa fyri sanginum, fara Súsanna Kjærbæk Poulsen og Jákup Sofuson at syngja.