Jóansøkubál á Eiðinum í Vági

Ein vika er til jóansøkan verður hildin í Vági, men longu leygardagin varð byrjað so spakuliga við stórum jóansøkubáli vesturi á Eiðinum

Klokkan 17 leygardagin savnaðust nógv fólk vesturi á Eiðinum í Vági, tí býráðið hevði lýst við hugnaløtu og jóansøkubáli. Danjal Bjarkhamar og Sølvi Andreasen, býráðslimir, byrjaðu tiltakið og Martin Andreasen hugleiddi um Eiðið sum náttúru- og vinnupláss. Sangarar úr Ljómi sungu fyri til felagssang og so fekst kakkao og bollar, meðan fest varð í bálið. Veðrið var heilt hampuligt hesa hugnaløtuna á Eiðinum í Vági.