Nú nærkast til jóansøku, og fyrireikararnir koma javnan við nýggjum tíðindum um ymiskt, ið jóansøkugestir kunnu uppliva í ár.
Lokalu nøvnini á Jóansøkukonsertini leygarkvøldið verða Tróndur Enni við bólki, Incurse (áður Tinitus) og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur.
Fríggjakvøldið verður dansur í stóra teltinum við Jens Marna og Roller Band og DJ Eddie v/Eyðfinn Drewsen. Leygarkvøld og sunnukvøld spæla Revival til dans í teltinum.
Jóansøkan letur eisini dyrnar upp til fleiri listaframsýningar. Galleri Oyggin, Handverkarahúsini, hølini hjá Suðuroyar Sparikassa og Snæran verða karmur um framsýningar í ár.
Og fyri børnini er m.a. tivoli, sjórænarasøga og Rógvi og vinmaðurin, boðar jóansøkunevdin frá í tíðindaskrivi.
Jóansøkan verður í ár hildin á Tvøroyri 24. til 26. juni.









