Jóannes S. Hansen við útgávukonsert

Runavíkingar hava fingið ein konsertsal, sum teir kunnu vera stoltir av. Hetta kom til sjóndar, tá Jóannes S. Hansen hevði útgávukonsert í Løkshøll í nýggja skúlanum í Runavík, fríggjakvøldið 30. oktober kl.21.00

Pláss er fyri uml. 350 fólkum og høllin var fullsett; ikki ein stólur var tøkur, eftir at øll høvdu sett seg í teir snøggu polstraðu stólarnar. Onkrir eykastólar vóru settir inn har frammi. Fólki møtti upp við stórum spenningi, bæði at síggja og uppliva nýggju høllina og eisini at vera við til sangupplivingina, sum øll vita, at Jóannes er góður til, tí hann er kendur frá nógvum sangløtum runt um í landinum. Hóast tað oysregnaði og myrkt í veðrinum, so vóru fólk komin langvegis frá, bæði úr Havnini og úr Klaksvíkini.


Jóannes dugir væl at seta saman góðar tónleikarar sum í felag megna at geva áhoyrarunum eina tónleikauppliving av teimum fáu. Sangúrvalið vóru sangir, sum vit øll kenna, og tí kundu flestu áhoyrarnir vera ein partur av felagssanginum, og føroyingum dáma væl at syngja við. Fólkið fór ikki vónsvikið til hús fríggjakvøldið eftir konsertina.


At alt var væl fyrireika, niður í minstu einkultheit, var øllum klárt – har sótu teir allir, tónleikarnir, 10 í alt. Um vit býta pallin upp í fjórðingar við einum høgravongi, eini miðju, einum vinstravongi og einum “brotsteigi”, so sótu tónleikarnir soleiðis: Uttast til høgru, í skugganum av stóra pallteppinum, sæt Leivur á Torkilsheyggi við sínum bassguitara. Beint frammanfyri hann situr John Mortensen, sum við fingrum sínum sveimaði sum ein dreymur eftir tangentbrettinum á einum flygeli, sum allarhelst er í tí betra klassanum. Undir liðini á honum situr Havnamaðurin, Petur Hermansen, við sínum steelguitara, sum hann er sera kønur til, og undir liðini á honum sæt sjálvur Heini Lútzen, ikki við guitaranum, sum er meiri vanligt fyri hann, men hann sæt við trummusettinum, sum hann meistraði so væl, at ein skuldi trúð, at hann einki annað hevði gjørt uttan at píska til eitt trummusett.


Í miðjuni sótu Oddur Lamhauge og Páll á Lakjuni við hvør sínum guitara, tveir dýrtdrivnir guitarspælarar.


Á vinstravongi sita Dia Hvannastein úr Kaldbak og Jákup Heinesen av Glyvrum. Jákup við sínum keeboardi, sum hann altið meistrar so ómetaliga væl, og Dia við sínum altið so smílandi, lætta og gleða


guitarspæli. Men eisini á vinstravongi stóð ein flokkur av væl upplagdum kvinnum, átta í alt, hvørs uppgáva var at leiða felagssangin – og tað gjørdu tær ómetaliga væl við sínum kláru og vøkru røddum.


Á “brotsteiginum”, fremst á pallinum, sótu tveir menn, Flóvin Tyril við síni mandulin, og sjálvur høvuðsleikarin við síni harmoniku – Jóannes S. Hansen, sum vit mugu siga um, fekk “bóltin” so dyggiliga í málið hetta kvøldið, bæði við síni tónleikafløgu og einari væl skipaðari sangskrá og góðari leiðslu, sum kona Jóannes, Sæun, eigur stóra heiðurin fyri. Hetta kvitteraði Jóannes eisini fyri, tá hann handaði víðari til konu sina, blómutyssi, sum hann fekk frá plátufelagnum Rock Pipit Records, sum bæði stendur fyri útgávuni av fløguni og hevur tikið stig til útgávukonsertina.


Sum tann fyrsti, leggur Jóannes sjálvur til brots og bjóðar áhoyrarunum vælkomnum: “Sangirnir, sum vit koma at syngja í kvøld eru alt sangir sum vit øll kenna, tí hava vit øll ábyrgd at syngja væl við í kvøld,” segði Jóannes.


Lívsælt við lovsangi

Áðrenn fyrsti felagssangurin varð sungin siterar Sæun, kona Jóannes, sum bæði hevði gjørt skránna og leiddi kvøldið, orðini í einum sálmi, at tað er lívsælt at lovsyngja Harranum. Hetta fingu áhoyrarnir longu at sanna, tá tað varð lagt út við trimum teimum fyrstu felagssangunum: Ríka stund, løta sæl – Eitt hjarta er, sum hin sonin elskar – og Dýrdarinnar Sonur. Tónleikurin, sangleiðslan, ljóðviðurskiftini, hugurin at syngja við og sanggleðin gekk upp í eina fullkomna eind, sum gav sanginum eitt himmalskt flog, soleiðis, at áhoyrarnir upplivdu, at tað av sonnum er livsælt at lova Harranum.


Ljóðfólkið

Tað er ein faktorur, sum vit aldri eiga at gloyma í einum slíkum høpi, og tað eru ljóðfólkini. Tey síggja vit lítið til, tey sita ikki fínt klødd á pallinum ella koma fram at mikrofonunum, men við sveittabroti hoppa og renna tey, við skjúrtuvelinum flaksandi uttan á buksunum, stundum liggja tey á búkinum og stundum eru tey hægst uppi í einum vinarstiga, krússandi ímillum leidningar, stikkdósir og hátalarar, ið síggja út sum drangar á pallinum – alt hetta fyri at áhoyrarnir skulu fáa tað besta burtur úr. Hesi fólk eiga eina stóra tøkk uppiborna - “einki ljóðfólk, einki ljóð!”


Fløgan presenterað


Andrew Djurhuus, sum var ein av stigtakarunum til konsertina, hevði eina presentatión av fløguni, sum nú varð løgd fram á fyrsta sinni. Hátíðarliga beyð hann Jóannesi at koma fram, sum síðani fekk tað fyrstu fløguna handaða, og harvið varð fløgan løgd fram til almenningin at ogna sær. Andrew tók soleiðis til: “Hervið verður fløgan VIÐ LØKIN handað tær við Løkin í Løkshøll!”


Jóannes segði um fløguna, tá hann hevði fingið hana handaða: “Eg havi spælt eini 50 ár í samkomuni. Hetta hevur verið mín dreymur at koma her til hvar eg kann leggja fram eina instrumentala fløgu við teimum løgunum, sum eg havi elska og spælt stóra partin av mínum lívi. Fløgan er soleiðis háttað, at tú kann lurta eftir henni allastaðni har tú ert, í bilinum, í bátinum, á arbeiðsplássinum ella heima við hús. Eg takki míni konu og børnum, sum hava stuðla meg í hesum!”


Síðani setti Jóannes seg við flygelið og spældi nøkur løg, sum eru á fløguni, og hetta var ein sannur forsmakkur. Í drekkasteðginum hevði fólkið høvi at keypa fløguna og at heilsa upp á Jóannes, sum hevði nokk við at signera húsan á teimum mongu fløgunum, sum fóru yvir “diskin” hetta kvøldið.


Foreldrini

Eisini rætti Jóannes eina tøkk til foreldur síni, sum allareiða í barnaheiminum lótu dyrnar upp fyri tónleikinum, og í hesum sambandi bað hann áhoyrarnar klappa fyri mammu síni, sum sæt ímillum áhoyrarnar. Pápi Jóannes, Símun Hansen, doyði fyri mongum árum síðani.


Upptøkan

Fløgan er tikin upp í samkomusalinum Ebenezer í Tórshavn. Tann 20. apríl í ár fóru Jóannes og aðrir inn í Ebenezer til tess at taka fløguna endaliga upp. Jóannes setti seg við flyglið í ovara sali kl.10.00 og hann spældi út í eitt inntil kl.17.00,. tá vóru øll løgini tikin upp og Jóannes var liðugur við sín part. Úrslitið er ein fløga við ikki færri enn 21 kendum sangløgum, har ímillum eisini løg á sunnudagsskúlasangum.


At Jóannes eisini tekur sunnudagsskúlaløg við er ein sjálvfylgja, tí Jóannes hevur bæði gingið sjálvur í sunnudagsskúla og verið sunnudagsskúlalærari meginpartin av sínum manndómi, sum hann sjálvur kann siga tað: “Eg gekk í sunnudagsskúla langt eftir at eg var vaksin!” So statt er fløgan egna bæði til vaksin og sunnudagsskúlabørn.


Fyrstu ferð Jóannes setir seg við klaverið var hann 3 ára gamal. Um Jóannes hevur spælt síðani tá, so hevur hann spælt tey seinastu 60 árini – so tað er ikki so løgið, at maðurin kennir seg heima við klaverið; men løgið kann tað kortini tykjast, at hetta er hansara fyrsta fløga.


Vit ynskja Jóannesi til lukku við fløguni VIÐ LØKIN og ynskja, at hon má verða ein sannur andaligur løkur við livandi vatni fyri tey mongu, sum fara at geva oyra til hesa fløgu. Vit gleða okkum tá tú, Jóannes, leiðir okkum til næsta løkin!


Tað er www.gjamma.fo sum umboðar fløguna og hevur søluna um hendi. Tað ber til at keypa fløguna beinleiðis á alnótini frá Gjamma.


Eisini er fløgan at fáa til keyps á teimum vanligu sølustøðunum kring landið.

Poul Jóhan Djurhuus

gjaranes@olivant.fo