Mánadagin 14. mai var móttøka í bilhúsinum á Vága Floghavn í sambandi við at tvey av starvsfólkunum, Jóannes Ortind og Sveinbjørn Mouritsen, høvdu 25 ára starvsdag hjá Statens Luftfartsvæsen.
Nógv fólk vóru komin til móttøkuna, har flogvallarovastin Finnbogi Niclasen helt røðu fyri “jubilarunum”. Hann segði m.a. “Góðu tit báðir, ja 25 ár eru ikki 25 dagar. Eg minnist væl tann dagin, tá tit komu til arbeiðis her. Tá var ikki tann flogferðslan, sum vit hava í dag. Eitt flogfar um dagin ímóti 10 og fleiri í dag. Ferðafólkatalið tá og nú kann heldur ikki samanlíknast, umleið 56.000 ímóti smáum 250.000 ferðandi fyri alt árið.
Sveinbjørn er útlærdur maskinmaður, og var sostatt sjómaður áðrenn hann kom í starv her á vøllinum. Eg veit ikki, um vit ikki kunnu siga, at hann framvegis er sjómaður, hann rør nógv út í frítíðini. Jóannes var eisini sjómaður og koyrdi lastbil hjá Strandferðsluni, áðrenn hann kom í starv her á vøllinum. Skjótt sóu vit, at hetta vóru álitismenn, og fingu teir eisini álitisstørv, Sveinbjørn sum brandleiðari og Jóannes sum “lufthavnsforvalter”, og røkja teir framvegis hesar uppgávur.
Ja, nú er hetta seinastu ferð, at eg gevi eina gávu frá stjóranum í Statens Luftfartsvæsen til eitt av starvsfólkunum, nú vit ikki longur eru ein partur av SLV, men eru komnir á føroyskar hendir. Ja, vit hava eina nýggja tíð fyri stavn, og serliga tað at vit skulu verða eitt partafelag.
Eg farið at enda við at ynskja tykkum við familju alt gott framyvir og at vit nøkur ár enn kunnu arbeiða saman her á vøllinum, hóast árini fara at fækkast til pensiónsaldurin”, segði Finnbogi Niclasen.