Djóraverndarfelagið fer ikki at melda Jóannes Nielsen fyri djórapínslu. Herfyri segði ein limur í Djóraverndarfelagnum við Sosialin, at tey høvdu umhugsað at meldað Jóannes Nielsen, tí hann í filminum Sporini vaksa úr orðum hjá Katrini Ottarsdóttir, druknaði nakrar kettlingar.
Hetta var av teimum mett at vera djórapínsla, men í morgun siga tey, at tað ikki verður Djóraverndarfelagið, sum fer at melda Jóannes Nielsen.