Jóannes heldur talan var um katastrofu

Einki stemmaði hjá føroysku spælarunum í fyrra hálvleiki, tá ið sviar skoraðu fýra mál

Hetta var eitt av heilt svørtu kvøldunum á heimavølli hjá føroyska landsliðnum. Serliga var tað í fyrra hálvleiki, at tað var heilt galið. Tað gjørdu svensku gestirnir sær dælt av, tí í fyrra hálvleiki skoraðu teir fýra mál.

Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 3-0 til Svøríki. Tá luktaði tað av skrædli, men tað spældi ikki uppaftur verri av enn tað, at Svøríki vann 4-0.

-Fyrri hálvleikur var ein katastrofta. Hugburðurin var ikki nóg góður, og tað gjørdu sviar sær dælt av, sigur hjálparvenjarin Jóannes Jakobsen.

-Tað var óhugaligt at fara til hálvleik, tá ið tað næstan kendist at vera ein skandala. Teir spældu sera væl millum keturnar, og í løtum spældu teir sera skjótt og væl, sigur Gunnar Nielsen, málverji.

Eftir steðgin var føroyska avrikið frægari, enn tað var í fyrra hálvleiki. Fyrst og fremst tí sviar ikki vóru so málsóknir, sum teir vóru undan steðginum. Føroyska liðið hevur ofta verið undir størri trýsti á heimavølli, enn tað var fyrru trý korterini, tá ið sviar vunnu ógvuliga stóra úrtøku úr málmøguleikunum.

Føroyska verjuspælið var betri skipað í seinna hálvleiki, tá ið miðvøllurin var meiri verjukendur og skipaður, og tá ið Heini Vatnsdal var í miðverjuni og Rógvi Baldvinsson á verjukendum miðvallarplássi.

Jóannes Bjartalíð og Meinhard E. Olsen vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki, og allir tríggir spælararnir, sum vóru skiftir inn, vóru eyðsýndir.

Men tað var í fyrra hálvleiki, at alt varð avgjørt. Hugburðin kendist ikki at vera nóg góður, grammleikin restaði, og verjuparturin var ikki nóg væl skipaður, og tað kostaði fýra mál.

-Vit mugu standa saman og reisa okkum, nú vit fara til Spania, sigur málverjin Gunnar Nielsen, sum í seinna hálvleiki bjargaði tríggjar ferðir sera væl.