Jóannes fekk hemara upp á 136 Kg

– So er ein nýggjur Eittari komin.

Tað skriva tey, sum skipa fyri hemarafiskikappingini, nevnd Shark Atlantic.

Í gjár megnaði Jóanes Gaard at fáa ein hemara upp á 136 kg eystan fyri Nólsoy. Jóanes brúkti einans ein tíma upp á at berjast við hendan fiskin. Flemming Gullaksen kom honum til hjálpar frá bátinum hjá Bjarna Petersen.

Fyrr hendan morgunin fekk Martin Meng ein penan 90 kg fisk. Hesin telur tó ikki við, tá Martin ikki lutekur í Shark Atlantic.

Bjarni Petersen og Flemming Gullaksen vóru eisini fastir nakrar ferðir hendan dagin, einaferð so nær at teir høvdu fingið húkin í tann eina - men mistu hann kortini.

Heini Weihe og makkarin Havgrímur Johannessen royndu eisini hendan dagin uttan hepni.