Jóannes Eidesgaard vil tosa við fakfeløg

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur bjóðað øllum fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum á fund Jóannes Eidesgaard ætlar longu nú at fara undir fyrireika sáttmálasamráðingarnar við fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Sáttmálarnir ganga út ikki út fyrrenn 1. oktober næsta ár, sum er um hálvtannað ár, men longu nú ætlar landsstýrismaðurin at taka tey fyrstu stigini fram ímóti samráðingunum.

Tí hevur hann nú biðið øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum koma á fund í morgin, hósdagin.

Á fundinum er ætlanin at umrøða, hvussu sáttmálasamráðingar kunnu samskipast á besta hátt og partarnir fara eisini at tosa um, hvussu sáttmálarnir kunnu gerast greiðari og einfaldari ásetingar.

- Hetta fyri at gera tað lættari hjá stovnum, lønardeildini hjá fíggjarmálaráðnum og fakfeløgum, at umsita sáttmálarnar.

Í tíðindaskrivi sigur Jóannes Eidesgaard annars, at hann fegnast um tað góða og positiva samskifti, sum í dag er millum fakfeløgini og tað almenna.

Kanska fekk hetta samstarvið eitt knekk í gjár, tá ið Kaj Leo Johannesen í Sosialinum boðaði frá, at verður talan um lønarhækkingar í samráðingunum næsta ár, skulu tær takast inn aftur við sparingum, tí útreiðslurnar hjá landskassanum skulu ikki hækka.

- Eg haldi ikki, at nakar droymir um, at lønirnar skulu hækka aftur næsta ár, segði løgmaður við Sosialin.

Hesum funnust fakfelagsleiðarar á almenna arbeiðsmarknaðinum hvassliga at. Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum segði í Sosialinum, at hetta var ein vánalig byrjan upp á samráðingarnar og tað var Jarvin Feilberg Hansen samdur i, tá ið Rás2 tosaði við hann