Fyrsta hugsan mín er: ?Ikki eiti á virðing Jóannes Eidesgaard hevur fyri teimum høgu politisku størvunum, hann sjálvur tráðar so nógv eftir?.
Næsti tankin er, at Jóannes Eidesgaard enn eina ferð avdúkar seg sum ein sansaleysan tapara, sum eftirhondini man hava diskvalifiserað seg fleiri ferðir til eitt hvørt politiskt álitisstarv.
Triði tankin er, at Jóannes Eidesgaard minnir ikki sørt um ein liðskipara hvørs lið hevur tapt, og sum nú heldur hann órevsaður kann sparka mótstøðumenn og sláa dómaran. Ístaðin fyri at taka í hondina á teimum og annars fyrireikar seg at vinna næsta dyst.
Nú skal eg ikki troytta lesaran, men fjórði tankin var, at Jóannes Eidesgaard og hansara eru so sálarliga niðurundirkomnir, nú royndirnar við populistisku politisku endurføðingini ikki góvu væntaða úrslitið. Somuleiðis hava úrslitini av samgongusamráðingunum og samráðingunum við danir verið orsøk til stóran trega í javnaðarleguni. Tað er eyðsæð, at teimum tørvar munagóða terapi. Og fyribils sær út til, at einasta terapi javnaðarmenn kunnu finna upp á, er at nýta tingsins røðarpall og Sosialin til einvísa útspilling av Tjóðveldisflokkinum og tjóðveldismonnum. Men eg fari staðiliga at mæla javnaðarmonnum til at finna annan terapihátt, tí skjótt fara øll at síggja, at politisku veingjasløg teirra eru ikki annað enn misnýtsla av mest populeru orðunum og hugtøkunum, sum frammi eru júst nú.
Mín fimti tanki var, at Jóannes Eidesgaard hevur spælt síni kort so illa, at hann er í veruligum trupulleikum, og at tað helst bert er ein spurningur hvussu leingi restin av tingmanning Javnaðarflokksins hevur til at virka sum ju-hu gentur hjá honum.
Liður í menningini
Um tað, sum hesa ferð fær Jóannes Eidesgaard at leggja eftir tjóðveldismanni og rópa hann bæði ábyrgdarleysan og primitivan, er at fíggjarmálaráðharrin segði í Útvarpinum, at tað er at fegnast um, at vit ikki longur skulu byggja okkara búskap á, at danir taka um endan. Og sjálvsagt er tað at fegnast um, at okkara búskaparpolitikkur verður eitt úrslit av, hvussu vit sjálvi duga at húsast undir egnari ábyrgd, og ikki eitt úrslit av donskum láni- og veðhaldshugi.
Útsøgnin hjá Karstini er bert at tulka sum ein neyðugur liður í menningini av politikki og umsiting okkara, nú vit eru ávegis at gerast sjálvstøðug tjóð.
Tað, sum Jóannes sigur um kreditvirði okkara dugi eg ikki at skilja, tí vit hava nevniliga ikki havt kreditvirði, og tað er tí danir hava veðhildið fyri okkum. Ein av ætlanunum við at seta nýggju kósina er nevniliga, at vit eina ferð fara at fáa kreditvirði. Nei, Tjóðveldisflokkurin kann ikki oyðileggja nakað, sum ikki er har. Tjóðveldisflokkurin roynir at byggja upp nakað, sum ikki hevur verið.
Nei, Jóannes Eidesgaard, ikki er tað Karstin Hansen, sum er ábyrgdarleysur og primitivur, heldur er tað tú sum er sansaleysur, og kanska eitt sindur bangin eisini, nú álvara er við at koma í føroyskan politikk.
Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður










