Jóannes Eidesgaard: Nú mugu vit berjast víðari

Jóannes Eidesgaard staðfestir, at flokkur hansara sambært veljarakanningini hevur fingið sera stóra framgongd. Hann heldur, at orsøkin er hart arbeiði, og hetta arbeiði skal halda á. ? Vit mugu ikki leggja okkum upp afturá, men vit mugu halda á at stríðast fyri okkara málum, sigur hann

Tann flokkurin, sum burturav hevði fingið størstu undirtøkuna var val í dag, er Javnaðarflokkurin. Eina framgongd upp á 5,4 prosent og tveir tingmenn afturat teimum sjey, sum sita í dag, hevði verið úrslitið. Og formaðurin í flokkinum er bæði fegin og errin um úrslitið av kanningini.

- Kanningin, sum kortini bara er ein kanning, er ein greið ábending um, at tað, sum vit gera er á góðari leið. So góðari, at vit fáa nógv fleiri veljarar afturat, sigur hann.

Men hann veit eisini, at tað skjótt kann ganga hinvegin og tí skal arbeiðast víðari á somu kós.

- Flokkurin hevur eina sera góða og aktiva tingmanning, sum eigur meginpartin av heiðrinum fyri frmgongdina og vit eru øll greið yvir, at vit skulu stríðast fyri at halda fast, um tað framgongd, sum tað sær út til at vit hava havt.


Ríkisrættarliga støðan høvuðsorsøkin

Formaðurin í Javnaðarflokkinum er samdur við formonnunum í hinum flokkunum um, at tað serliga er tann ríkisrættarliga støðan, sum er orsøkin til framgongdina hjá Javnaðarflokkinum.

- Tað er tað málið, sum mest tíð verður brúkt uppá, og tí er tað eisini tað málið, sum uttan iva ávirkar mest í hesi veljarakanningini. Men kortini eru onnur mál, sum eisini hava fest seg í hugan hjá fólki, sigur hann og nevnir dømi sum búskapin og landssjúkrahúsið

Tit hava verið rættuliga aktivir í andstøðuni í seinastuni, men er tað ikki rættiliga óbindandi, at seta uppskot fram, sum kortini ikki fáa undirtøku, men kortini fáa ágóðan av tí millum veljararnar?

- Tað er avgjørt ikki óbindandi, tí málini eru trúgv móti floksskránni. Tað síggja veljararnir og teir vita hvar teir hava okkum. Tað er farin fram ein greið høgrasnaring í føroyskum politikki og har eru vit tann greiða mótvektin, sum framhaldandi togar til vinstru. Men tað er rætt, at tá vit sita í andstøðu, so eru vit ikki so bundin, sum tá vit sita í samgongu. Har skal finnast eitt felags stev við aðrar flokkar og tí dettur tann flokspolitiski parturin burtur í samgongu, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann leggur afturat, at tað er sunt fyri ein flokk, at koma í andstøðu, tí har kann hann aftur vísa sítt egna andlit.

- Allir flokkar eiga at sleppa í andstøðu av og á, fyri at koma fyri seg, so at siga.


Ikki undirtøku í fólkinum

Sum kunnugt er samgongan í Danmark og samráðist við donsku stjórnina, men Jóannes heldur ikki, at henda veljarakanningin kemur serliga væl við hjá teimum.

- Áðrenn teir fóru vistu teir, at teir høvdu ikki ta breiðu undirtøkuna í tinginum, og nú vita teir, at teir heldur ikki hava eina breiða undirtøku í fólkinum, so í veruleikanum standa teir illa í tí, nú teir skulu fara at samráðast.

Men kortini hava tit latið teir farið til Danmarkar at samráðast um broytingar í ríkisrættarligu støðuni?

- Júmen, tað hava teir sín fulla rætt til. Tað er eingin ivi um, at landsstýrið hevur tann parlamentariska rættin at samráðast og tí skulu vit heldur ikki forða teimum í tí, men støðan teir eru í, er ikki tann besta, tá tað ikki er greiður meiriluti fyri fullveldisupskotinum.

Jóannes vísir eisini á, at útmeldingarnar frá formonnunum í donsku andstøðuflokkunum geva boð um, at samgongan er illa skødd nú hon er farin út á ísin at standa.

- Í donskum politikki er tað so, at tá talan er um uttanríkismál, so er eitt sera gott samstarv millum stjórn og andstøðu, og tí haldi eg tað vera sera áhugavert, at báðir teir stóru andstøðuflokkarnir geva so greið boð um, at føroyingar ikki skulu vænta sær eina langa skiftistíð.

Men kann andstøðan í Danmark ikki siga so nógv, tá hon kortini ikki situr við samráðingarborðið?

- Nei, soleiðis virkar tann danska skipanin ikki. Teirra samstarv á hasum økinum er sera væl skipað og tí verður tað avgjørt nakað, sum stjórnin hevur í huganum, sigur Jóannes.

Hann leggur afturat, at føroyska støðan gott kann enda við at gerast partur av donskum innanríkispolitikki, kanska serliga við tí búskaparliga partinum í huga.


Stóra virðing fyri teimum

Veljarakanningin vísir eisini at 40 prosent av teimum, sum spurdu siga, at tey vilja taka eina niðurgongd í livistøðinum afturfyri at fáa fullveldið. Hetta er lutfalsliga høgt tal og tað viðgongur Jóannes eisini.

- Men hasum havi eg sera stóra virðing fyri. Teimum fólkunum, sum vilja gjalda fyri at Føroyar gerast fullveldi taki eg hattin av fyri, tí tað vísir, at tey ganga inn fyri tí tey trúgva upp á. Soleiðis má tað eisini vera. Tað nyttar einki, at siga, at vit vilja hava fullveldið, men vit vilja ikki gjalda, sigur Jóannes, sum kortini vísir á, at tað er meiri enn helmingurin, sum ikki vil, at livistøðið, skal lækkað.

Hann heldur, at tey, sum hava hesa støðu eru kjarnuveljararnir hjá Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum, sum ganga inn fyri fullveldinum, men hann heldur eisini, at tann veruleiki, at fólkaatkvøðan enn er so langt frá, at fólk ikki hugsar nóg nógv um avleiðingarnar av eini fólkaatkvøðu, ger sítt til, at so nógv vilja taka avleiðingarnar av fullveldinum.


Gott at fáa eina ábending

Niðurstøðan hjá Jóannesi er tí, at tað var framúr gott at fáa eina ábending um, hvar flokkurin stendur millum veljararnar.

- Tað hevur ikki verið siður í føroyskum politikki at gera veljarakanningar og eftir míni meting áttu tað at verið gjørdar nógv fleiri. Tær geva okkum politikarum ábendingar um vit eru á rættari leið, ella um vit eru farnir heilt av sporinm. Nú hava vit fingið eina ábending, og hon er framúr góð. Men vit mugu fyri Guds skyld ikki leggja okkum upp afturá og njóta okkara góða avrik. Nú skulu vit bróta upp ermar og berjast víðari, sigur Jóannes.

Hann leggur afturat, at úrslitið av kanningini skal brúkast konstruktivt. Tað vísir, at politikkurin, sum flokkurin hevur rikið, er á rættari leið, og at hann tí skal halda fram á somu kós.