Jóannes Eidesgaard: Hugtungt at vera javnaðarmaður í hesum døgum

? Vit mugu bara staðfesta, at vit hava tapt stríðið ímóti samgonguni um oljuhavnina. Samgongan hevur svorið peningavaldinum trygdareið og vit fáa ikki gjørt meir, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins

 

Oljuhavn


? Tað er ógvuliga hugtyngjandi at vera javnaðarmaður í hesum døgum. Tí nú mugu vit staðfesta, at samgongan hevur slept teimum samfelagsligu áhugamálunum og hevur ístaðin svorið tí stóra peningavaldinum trygdareið.

Jóannes Eidesgaard ásannar nú, at javnaðarflokkurin hevur tapt stríðið um, hvar í Føroyum, oljuhavnin skal vera.

Javnaðarflokkurin legði fyrr í ár uppskot fyri tingið um, at Landsstýrið skuldi áleggja oljufeløgunum at hava oljuhavnina í Suðuroy.

Men hetta uppskotið fall og sum kunnugt er tað nú greitt, at oljuhavnin verður ikki í Suðuroynni, tí felagið, sum ætlaði at gera oljuhavn á Drelnesi, sleppur ikki so frægt sum at bjóða uppá oljuhavnina.

Eftir at tað er blivið greitt, at oljuhavnin verður antin í Havn, ella í Runavík, hevur tað ljóðað, at javnaðarflokkurin fer enn einaferð at leggja uppskot fyri tingið um, at oljuhavnin skal vera í Suðuroynni.

Men tað avsannar formaður javnaðarfloksins.

? Vit hava gjørt tað, sum stendur í okkara makt. Vit hava troytt teir politisku møguleikar vit hava til fulnar og vit mugu nú staðfesta, at vit sleppa ikki longur. Tí fara vit ikki at leggja uppskotið um oljuhavn í Suðuroy framaftur, sigur Jóannes Eidesgaard.


Ein politiskur trupulleiki

Formaður javnaðarfloksins sigur, at spurningurin um, hvar oljuhavnin skal vera, er ikki bara ein spurningur um, antin tað er rætt av politiska myndugleikanum at leggja seg út í, hvussu vinnulívið skipar seg.

? Hetta er sanniliga eisini ein samfelagsligur trupulleiki. Tað slepst ikki undan, at vit hava ein bygnaðarligan trupulleika í Føroyum, og tað er, at Suðuroyggin verður meiri og meiri afturútsigld.

? Og tað er heilt avgjørt ein politiskur spurningur, sum bara kann loysa politiskt. Tað var hendan trupulleikan, sum vit royndu at loysa, tá ið vit løgdu uppskot fyri tingið um at oljuhavnin skuldi vera í Suðuroynni.

? Men vit mugu ásanna, at tað var peningavaldið, sum vann, og ikki tann politiska loysnin.

Jóannes Eidesgaard heldur, at tað er beinleiðis ósømiligt, at Suðuroyggin ikki so frægt, sum sleppur upp í part.

? Hinvegin hava vit tvey føroysk feløg, sum eru við í teimum samtøkum, sum sleppa at bjóða uppá oljuhavnina. Tað er onki at ivast í, at hesi bæði feløgini hava síni áhugamál. Føroya Kolvetni, við partaeigarum úr Runavík, vil hava oljuhavnina í Runavík og Atlantskolvetni, við Poul Mohr og Kjartan Hoydal á odda, vilja hava oljuhavnina í Havn.

?Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta vóru tær peningasterku kreftirnar, sum settu tað politiska valdið upp á pláss.

Møguliga fegnast landsstýrið eisini um, at tað nú sleppur undan at gera eina nýggja samfeðrsluhavn í Suðuroynni.

Tað hongur heldur ikki saman, tá ið tjóðveldisflokkurin harmast um, at Suðuroyggin ikki sleppur upp í part, men samstundis áleggur landsstýrismanninum í oljumálum halda landsins lógir.

?Tað er onki høpi í, tí at gera nakað nú, er at leggja Eyðuni Elttør ein myndugleika til, sum hann ikki hevur. Tað varð eisini staðfest á samgonufundi aftaná, at landsstýrið ger ikki meiri við málið.

?Meinar tjóðveldisflokkurin nakað við málið, er hann vælkomin at royna seg í tinginum, men eg vænti mær nú ikki nógv haðani.

Hann heldur lítið um tað, sum nú er frammi um at gera tvær oljuhavnir.

? Hetta er tað vanliga føroyska. Tá ið vit ikki klára at loysa eitt mál á rættan hátt, gera vit fleiri loysnir. Vit vita, at tað verður ongantíð talan meiri enn eina oljuhavn.

? Annars hevur tað verið nevnt, at orsøkin til at Suðuroyggin ikki slapp upp í part, var, at samferðslan var ikki nóg góð og at havnin var ov grunn?

? Eg haldi, at tað er heilt óhugsandi, at eitt vælkent felag sum Danbor leggur eina ætlan á borðið, sum ikki kann brúkast. Tí haldi eg, at tað hevur verið eitt tað fremsta endamálið hjá Atlantskolvetnið og Føroya Kolvetni at ávirka oljufeløgini til at velja antin Runavík ella Tórshavn. Og tá ið tú sært, hvør stendur aftanfyri hesi feløgini, er samanhangurin greiður.

? Virkar havnin ikki, er tað ein teknisk loysn, sum kann loysast. Tað er neyvan heldur nakar so góðtrúgvin, at trupulleikarnir hjá Suðuroynni verða loystir, bara Smyril siglir oftari til Havnar. Tað er tvøturímóti beint øvugt. Økist virksemið í Suðuroynni, verða fleiri túrar av sær sjálvum. So tær undanførslurnar kunnu ikki brúkast til nakað, sigur Jóannes Eidesgaard.